Vánalig kunning frá Fiskimálaráðnum

Óli Lassen, reiðari á línuskipinum Jákupi B. harmast um, at Fiskimálaráðið ikki kunnar føroysku skipini um stongdar leiðir undir Íslandi

Randi Jacobsen

Felagið Línskip hevur fleiri ferðir vent sær til Fiskimálaráðið og biðið um betri kunning um, hvar føroysk skip kunnu fiska í Íslandi.
Tað sigur Óli M. Lassen, reiðari á línuskipinum Jákup B.
Jákup B.
Leygardagin fekk Jákup B. boð um sigla til lands og fór inn á Hornafjørðin. Jákup B. royndi í ein útsynning úr Íslandi.
Skiparin varð avhoyrdur, og eftir at hava veitt eina lítla trygd slapp skipið út aftur.
Tá ið Jákup B. fekk boðini, hevði hann sett einar tólv stampar, og onkrir teirra vóru innan fyri ein stongdan kassa.
Óli Lassen heldur, at íslendska fiskiveiðieftirlitið kundi havt sagt Jákup B. frá, at hann var á stongdari leið. Fiskiveiðieftirlitið visti hetta, tí Jákup B. hevði boðað frá, hvar hann var.
- Tað kom illa við at skula sigla einar 18 tímar, og menninir mistu hálvan annan dag, sigur Óli Lassen.
Við tað at Ísland hevur sendistovu í Føroyum, kund málið eisini verið avgreitt, tá ið skipið kom heim.
Hann sigur tað ikki vera lætt hjá føroysku skipum at kunna seg í Íslandi um stongdar leiðir. Eftir hansara tykki eigur Fiskimálaráðið at kunna, men ger tað ikki.
- Eg veit, at felagið Líniskip fleiri ferðir hevur biðið Mentamálaráðið um betri kunning, sigur Óli Lassen.
Hann hevur spurt seg fyri, og einki føroysk skip visti av, at áður nevndi kassin var stongdur.
Tá ið Jákup B. fór útaftur, fór hann á eitt annað mið.
Fiskipskapurin hjá Jákupi B. er brúkiligur.
Jákup B. er tað føroyska skipið, sum hevur størst kvotu í Íslandi og er har helvtina av árinum.
Hetta er fyrstu ferð, Jákup B. er tikin, síaðn byrjaði at fiska í Íslandi í 1994.