Vánaligir stjórar eru dreparar

Fólk, sum arbeiða undir vánaligum stjórum, eru í 25 prosent størri vanda fyri at doyggja enn onnur Ein nýggj svensk kanning vísir, at ein vánaligur stjóri økir vandan fyri knappligum deyða hjá starvsfólkunum við 25 prosentum.

Granskararnir eru komnir fram til, at fólk, sum finna seg í einum súrum og illfýsnum stjóra, eru í nógv størri vanda fyri at fáa heilabløðing, hjartastopp og at doyggja knappliga. 3122 sviar, sum í miðal vóru 42 ár, og høvdu ymisk størv, inntøkur og lívsstíl luttku. Kanningin varð kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum ?Occupational and Environmental Medicine?.