Tað gekk av skriðjuni, tá Rógvi Jacobsen og KR mánakvøldið tóku ímóti Vali í bestu íslendsku deildini.
Undir yvirskriftini, Lélegt (ússaligt), skrivar heimasíðan hjá KR, at talan var um vánaligast avrikið í tvey kappingarár hjá liðnum.
Dysturin endaði við 3-0 sigri til gestirnar, og longu eftir 20 minuttum stóð 2-0. Rógvi Jacobsen spældi allan dystin sum einsamallur framherji í 4-5-1 uppstillingini hjá KR, men hetta munaði tó lítið hesaferð.