Mistøk á brúnni umborð á skipum kostaðu í 2003 teimum norsku tryggingarfeløgunum umleið 2,5 milliardir krónur. Í flestu førum snúði tað seg um, at skip stoyttu saman ella fóru á land.
Stjórin í felagsskapinum hjá teimum norsku sjótryggingarfeløgunum, Tore Forsmo, sigur við Aftenposten, at í fleiri førum eru manningarnar ikki førar fyri at røkja sína uppgávu, og harafturat eru nógv skip í vánaligum standi. Trupulleikin við vánaligum skipum er størri í teimum góðu tíðunum sum júst nú, tí tá ræður um at fáa sum mest burturúr, sigur han.
Sum er hava tey einstøku tryggingarfeløgini tagnarskyldu, men nú hava tey norsku feløgini søkt myndugleikarnar um loyvi at lata hvør øðrum upplýsingar um reiðarí, sum ikki røkja síni skip. Ein altjóða frágreiðing hevur eisini skotið upp, at tryggingarfeløg kring heimin skulu lata slíkar upplýsingar, og at tey eiga at skráseta vánalig skip í einari serligari skráseting. Endamálið við hesum er at forða fyri, at vánalig skip yvirhøvur verða tryggjað.