Læknatrot
Suðuroy: Eg vóni, at eg sleppi aftur til Føroyar at arbeiða. Tað munnu vera fáa staðni í verðini, at tað er betri at vera, enn í Føroyum. Og lívsvirðini í Føroyum eru tey hægstu í øllum heiminum.
Marinkovic Milomir er lækni og í fimm vikur nú í november og desember hevur hann arbeitt á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Men síðsta vikuskiftið pakkaði hann aftur kuffertið og fór heimaftur til Zajecar í Jugoslavia, beint við markið til Bulgaria, har býr, saman við konu og tveimum børnum.
Tá ið vit hittu hann á máli, beint áðrenn hann fór av landinum, duldi hann ikki fyri, at hann vildi heldur enn fegin koma aftur til Føroyar at arbeiða.
Tá ið hann kom heimaftur, skuldi hann greiða konuni frá, hvussu viðurskiftini eru í Føroyum og hann vónaði, at hann fekk yvirtalað hana til at flyta aftur til Føroya, so at tey kundu seta búgv her.
Gingu nýggjar leiðir
At Marinkovic, ella Mikki, sum hann vanliga verður nevndur á Tvøroyri, yvirhøvur kom til Føroyar, var tað eitt úrslit av ávanligu royndunum hjá leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi at loysa eitt átrokandi læknatrot.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er bara ein yvirlækni í starvi og tey hava roynt allar vanligar møguleikaranar fyri at fáa ein lækna afturat, men hóast tey hava søkt ferð eftir ferð í Norðurlondum eftir lækna, hevur ikki eydnast.
Nógvir jugoslavarar eru í Føroyum og spæla fótbólt og tað fekk fyristøðumannin á Suðuroyar Sjúkrahús at hugsa, um tað ikki eisini mundi bera til at fáa ein lækna úr Jugosvlavia hendanvegin.
Hann veit, at tað eru nógvir læknar í Jugoslavia, sum eru meiri og minni arbeiðsleysir og teir, sum hava arbeiði, hava bæði vánaliga løn og vánaligar umstøður annars.
?Tað finst ein heimur uttanfyri Norðurlond og tað hava verið læknar úr fjarskotnum londum í Føroyum fyrr, sum vit hava verið sera væl nøgdir við, sigur Ronni Midjord, fyristøðurmaður.
Hann vísir til teir báðar indararnar, Patil, sum arbeiddi í Vági í nøkur ár og Rajani, sum var høgt mettur lækni í Klaksvík í nógv ár og tað eru aðrir eisini.
Tað endaði so við, at ein lýsing varð sett í bløðini í Jugoslavia í heyst.
Og reaktiónin var stór, tí uppá stutta tíð, fingu tey næstan 20 umsóknir.
Ronnie Midjord sigur, at tey valdu nakrar fáar burturúr og tað endaði so við at Mikki kom hendavegin.
Mikki er 43 ára gamal og er útbúgvin í Jugoslavia. Hann er serlækni í almennari skurðviðgerð og umframt at hava arbeitt í í Jugoslavia, hevur hann arbeitt á Seyskelloyggjum og í Noregi, men nú var hann farin heimaftur til Jugoslavia, har hann gekk meiri og minni arbeiðsleysur. Hann tosar væl enskt og fitt av norskum.
Bilsin av umstøðunum í Føroyum
Men tað var langt frá ómakaleyst at fáa hann hendavegin hesar fimm vikurnar.
Av tí at Mikki er úr einum landi, sum ikki er limur í ES, var ómetaliga nógv apappírsarbeiði, sum skuldi fáast frá hondini, eins og hann skuldi hava loyvi til at arbeiða sum lækni.
Tað tekur sína tíð at fáa øll loyvi hjá triðja-lands læknum til vega, men tað eydnaðist at enda og tilsamans fyllir brævaskiftið ímillum sjúkrahúsið, myndugleikar av ymsum slagi og læknan sjálvan eina trivaliga mappu.
?Eg visti onki um Føroyar, tá ið eg søkti hendavegin, sigur Mikki.
Men táið hann so greiðir frá, hvat hann visti, var tað kortini ikki heilt onki.
Hann hevði hoyrt um Føroyar, tí vit høvdu spælt fótbólt ímóti Jugoslavia.
Men hann visti eisini, at Føroyar vórðu til fyri einum 60 milliónum árum síðani ev eldgosum , hann visti, at vit vóru partur í danska ríkinum, at vit eru norðbúgvar, at her búðu 45.000 fólk, at Tórshavn var høvuðsstaður, og so hevði hann eisini hoyrt um kreppuna fyrst í nítiárunum.
Tá ið hann sá lýsingina eftir lækna til Suðuroyar Sjúkrahús, ivaðist hann ikki longi.
?Men eg visti ikki, hvat eg kom til, tá ið eg kom til Føroyar, so tað var eg ógvuliga spentur uppá.
Fyrstu royndirnar av Føroyum vóru onki serligar.
Tað var illveður, tá ið hann kom til Føroyar og Smyril sigldi ikki suður, so hann lá veðurfastur í Havn eina nátt. Hetta er fyrstu ferð, hann hevur verið veðurfastur.
Men tað gloymdi hann beinanvegin, tí hann kom skjótt at dáma her.
?Eg haldi, at føroyingar eru vinarligari og meiri opnir enn norðmenn. Tað ber hjá mær at tosa við øll og øll vóru skjót at hjálpa mær, vóru trupulleikar av onkrum slagi. Øll tosa enskt og tað hevur stóran týdning at tað er so lætt at samskifta við fólk.
Hann sigur, at hann var eisini ógvuliga bilsin av, hvussu framkomin býur Tvøroyri er.
Hetta er ein ógvuliga lítil býur, men eg haldi, at her er alt.
Var hann bilsin av býnum, var hann afturfyri heilt tikin á bóli av sjúkrahúsinum.
?Eg hevði ikki droymt um at finna eitt sjúkrahús á hesum støðinum á einum lítlum plássi sum hesum.
?Bygningarnir eru sera góðir, útgerðin fyrstafloks og heilsuverkið her er minst á sama støði sum tað norska, heldur hann.
Hann heldur eisini at starvsfólkið er sera dugnaligt og fryntligt, bæði læknar, sjúkrasystrar.
---?Starvsfólkiðer so dugnaligt og vælútbúgvið, at tey megna at loysa nógvar trupulleikar sjálvi. Senda tey so boð eftir læknanum, kann hann vera vísur á, at tað veruliga er brúk fyri honum.
Hann heldur eisini at starvsfólkið hevur verið ógvuliga hjálpsamt, ikki minst hin yvirlækninlæknin á sjúkrahúsinum, Knud Steinø og tað hevur havt stóran týdning fyri hann, tí hann er fremmandur og málið er ókent.
Samstundis heldur hann at bókasavnið á sjúkrahúsinum er ógvuliga væl útgjørt við nýggjastu útgávunum av læknafrøðiligum verkum og so væl útgjørt bókasavn hevði hann ikki væntað á so lítlum sjúkrahúsi.
Ikki minst er hann hugtikin av samstarvinum við Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið.
Hann heldur, at skipanin við telemedisini er ómetaliga góð, har tað ber til at festa mátitól á bringuna á hjartasjúklingum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og so kunnu tey á Landssjúkrahúsinum beinleiðis fylgja við støðuni hjá sjúklinginum og ansa eftir, at alt er, sum tað skal vera.
?Hava vit trupulleikar, ber eisini altíð til at venda sær til læknar á Landssjúkrahúsinum og eisini á Ríkissjúkrahúsinum, skal tað vera og soleiðis ber altíð til at fáa bestu hjálpina, bæði skjótt og væl.
?Sostatt haldi eg at heilsuverkið í Føroyum er so væl skipað, sum fáa aðrastaðni.Og at samanbera heilsuverkið í Føroyum við tað í Jugoslvia, ber als ikki til, tí har er heilsuverkið nógv aftaligari. Har er alt ov lítið av pengum at keypa útgerð og heilivág fyri og handilsbannið hevur avgjørt ikki gjørt støðuna frægari.
?Jú, leggur hann afturat: Sjúklingar, sum verða viðgjørdir á Tvøroyri, kunnu vera vísir í, at fáa góða viðgerð og røkt.
Og hann heldur, at júst tað hevur so stóran týdning sum onki annað fyri lívsvirðið hjá fólki.
Ella sum hann tekur til: Ein frískur maður hevur túsund ynski. Men ein sjúkur maður hevur bara eitt ynski.
Vilja hava hann aftur
Nú Mikki kom til Føroyar í fimm vikur, vitstu bæði hann og leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi frammanundan, at talan var um eina roynd.
Og nú royndartíðin er av, eru báðir partar so væl nøgdir, at nú verður arbeitt fyri at fáa hann aftur á Suðuroyar Sjúkrahús í varandi starv.
?Hann er ógvuliga dámligur maður og ein dugnaligur lækni og vit hava bert alt gott at bera honum, sigur Ronnie Midjord.
Mikki sigur, at nú fer hann heim at greiða konuni frá, hvussu gott tað er at vera í Føroyum og hann vónar at hann fær lokka hana at flyta.
Tí skal hann flyta hendavegin, má tað vera ein avgerð, sum húski tekur í felag.
Men stóð tað til hann einsamallan, hevði hann ikki ivast í at komið aftur.
Umstøðurnar á sjúkrahúsinum eru framúr og umstøðurnar annars eru tær bestu ið hugsast kunnu. Føroyingar hava tað avbera gott, tí hetta er eitt seragott land at búgva í og í allar mátar er tað sera gott at vera her.
?Hetta er eisini eitt gott stað hjá børnum at veksa upp í. Hetta er eitt friðaligt stað og eitt sunt stað at vera og tað hevur avbera stóran týdning fyri eitt gott familjulív.
? Í mínum heimlandi er uran í tonsatali komið í jørðini eftir kríggið og tað eru ikki bestu umstøður hjábørnum at veksa upp í.
Men tað krevur nógv pappírsarbeiði fyri at fáa hann aftur, tí nógv loyvi skulu fáast til vega og nógv viðurskifti skulu fáaast í rættlag.
Harumframt skal hann arbeiða á donskum sjúkrahúsum í nakrar mánaðir fyri at fáa endaligt loyvi at arbeiða sum lækni, so væntandi fer tað mesta av einum ári, kanska hálvtannað ár, at ganga, áðrenn hann verður aftur at síggja í Føroyum.
Mikki vísur á, at hóast tað er læknatrot í Norðurlondum, er ivaleyst av læknum nógva aðrastaðniog hann ivast ikki í, at tað ber til at fáa fleiri væl skikkaðar læknar hendavegin, er viljin til staðar.