Vónandi spyrjast góðar avtalur burturúr

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, beyð í morgun fyrireikarum, framsýnarum og gestum vælkomnum til Klaksvíkar at halda North Atlantic Fish Fair.

- Tað er í grundini púra upplagt, at North Atlantic Fish Fair verður hildin her í Klaksvík, tí býurin og fólk her í býnum hava verið við í fremstu røð í føroyskari fiskivinnu í nógv ár, segði Jógvan Skorheim í røðu sínari.

Hann vísti á, at støðug framgongd er í føroyskari fiskvinnu og teimum vinnum, sum hava tilknýti til fiskivinnuna.

- Serliga hugaligt er tað at kenna, at eldhugurin, nærlagnið og brennandi ynskið um ikki bara at vera við, men at vera í allar fremstu røð, er varðveitt, og at pílarnir síðstu tíðina hava peikað orduliga rætta vegin. Hetta eru spennandi tíðir fyri føroyska fiskivinnu, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samfelag, segði Jógvan Skorheim.

- Eg vil takka fyrireikarunum fyri, at teir vilja brúka okkara bý at hýsa Fish Fair, og eg fegnist eisini um, at samstarvið millum fyrireikarar og kommununa hevur verið fyrimyndarliga gott, og at vinnan tekur so væl undir við stevnuni. Hetta er gott grundarlag fyri at menna samstarvið og stevnuna enn meira í komandi tíðum.