Grønlendsk rækjuskip hava eins og tey føroysku fingið forboð fyri at koma í kanadiska havn orsakað av ósemjuni landanna millum um rækjukvoturnar. Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Ane Hansen, heldur lítið um avgerðina hjá kanadiska starvsbróðurinum um havnastongsul, og hon hevur skrivað grønlendska ráðharranum bræv og skotið upp, at tær báðar hittast at tosa um málið.
Ane Hansen sigur við KNR, at hon vónar, at ósemjan kann loysast á næsta fundinum í NAFO.