Vónbrotin Stevens: Vit skulu ikki droyma um bólkaspælið

Hann sigur greitt við heimasíðuna hjá felagnum, at Salzburg skal ikki droyma um at vinna seg í bólkaspælið í Champions League í løtuni.

 

- Eg havi torført við at seta orð á kensluna. Eg valdi at geva teimum ungu møguleikan, og teir tóku sanniliga ikki av. Eg eri ikki nøgdur við tað avgerðina. Aftaná dystin í gjár skulu vit verða glaðir, um vit sleppa í bólkaspælið í Euro League, tí vit vístu í øllum førum ikki, at vit kunnu bjóða av í Champions League, sigur Stevens við heimasíðuna.

 

Huub Stevens segði í farnu viku, at hann ætlar at vinna felagið í bólkaspælið í Champions League, umframt at vinna eysturrísku landskappingina og steypakappingina.