Vónleyst at meta um dømingina

Norski EHF-eygleiðarin, Terje Anthonsen, ið var komin til Føroya at meta um tey bæði føroysku dómarapørini, við tí fyri eyga, at Føroya møguliga aftur fingu eitt altjóða dómarapar, helt tað verða vónleyst at meta um dómararnar, tí at liðini í landsdystunum vóru ov ójøvn.

Meðan Føroyar og Ísland spældu teir tilsamans fýra landsdystirnar um vikuskiftið, sat ein eldri gráhærdur maður einsamallur við síðuna av dómaraborðinum og skrivaði niður at kalla allatíðina, meðan spælt var. Maðurin við penninum er normaðurin Terje Anthonsen, ið var komin til Føroya fyri evropeiska hondbóltssambandið EHF at meta um tey bæði føroysku dómarapørini, ið dømdu teir fýra dystirnar.

Umráðandi at Føroyar hava altjóða dómarar
Tá ið vit hittu Terje Anthonsen eftir seinasta dystin sunnukvøldið, segði hann, at enn fór eingin avgerð at verða tikin, um føroyingar fara at fáa eitt altjóða dómarapar.
Tey bæði pørini, ið talan er um, eru brøðurnir Hannis og Uni Wardum, og so teir báðir Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen. Hannis og Uni dømdu kvinnudystin á Eiði og mansdystin í Havn, meðan Eyðun og Andreas dømdu hinar báðar dystirnar.
- Í teimum báðum dystunum leygardagin var so mikið stórur munur á liðunum, at tað er ógvuliga trupult at meta um dómaraparið. Tað er alneyðugt at síggja, hvussu dómararnir standa seg í jøvnum dystum, har nógv stendur á. Tí kann eg fyri so vítt ikki brúka dystirnar á Eiði til so nógv, segði Terje Anthonsen.
Norski eygleiðarin helt eisini, at munurin var stórur á liðunum báðum í kvinnudystinum á Hálsi, og hann helt enntá skemtandi fyri, at hann kundi dømt dystin umvegis eina telefon, um tað skuldi verið.
Tó helt Terje Anthonsen, at mansdysturin í Havn, sum Hannis og Uni Wardum dømdu, kundi nýtast til at meta um dómaraparið, men tó var tað ikki nóg mikið til, at nøkur avgerð verður tikin enn.
- Eg haldi, at tað er neyðugt at síggja hesi bæði pørini døma tættari dystir. Men eg vil tó fegin undirstrika, at eg haldi tað verða umráðandi, at Føroyar aftur fáa eitt altjóða dómarapar í hondbólti, tí tað hevur nógv at siga fyri allar dómarar í Føroyum, segði Terje Anthonsen.