Vænta ódnarveður í nátt og í morgin

Hann sigur frá sera ringum veðri næsta samdøgrið og serliga fram til middags í morgin.

Sambært forsøgnin hjá DMI verður hann strúkur í vindi til skrið, sum er 17-21 m/s.

Í kvøld verður hann útsynningur og uppaftur meira vindur upp í hvassan storm, sum er 25 til 28 m/s.

Í hvirlunum verður verður hann heilt upp í ódn sum er 33 m/s ella meira.

Tað verður fyri tað mesta samdrigið og ælingur. Vindur og óstøðuga veðrið heldur fram til middags í morgin. Hitin verður millum 5 og 8 stig.