Stóra tjaldið, sum Bátafelagið á Toftum eigur, er nú sett upp á festivaløkinum. - Vit hildu, at tjaldið saktans kundi verið størri, og tí hava vit nú bygt tað út við 6 metrum. Tá fólk í Nes kommunu á fyrsta sinni skipaðu fyri bátafestivali á Toftum, var bátatalið umleið 40. Seinnu árini eru fleiri og fleiri bátar komnir við, og í fjør lá talið um 85.
? Høvdu stívliga 100 bátar komið við í morgin, høvdu vit verið sera væl nøgd, sigur Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum.
Á Toftum eru fyrireikingarnar til sætta bátafestivalin í røðini nú av álvara í gongd, og í gjárkvøldið varð stóra tjaldið, sum felagið eigur, sett upp á festivaløkinum.
Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum, sigur, at tjaldið, sum felagið keypti fyri fáum árum síðan, upprunaliga var 30 metrar langt og 12 metrar breitt, men nú hevur felagið keypt 6 metrar uppí tjaldið aftrat.
- Vit hildu, at tjaldið saktans kundi verið størri, eitt nú til stóra dansin, og nú hava vit so bygt tað út, sum hann tekur til.
Formaðurin sigur, at tað krevur nakað av fólki at seta tjaldið upp, men við góðari manning tekur sjálv uppsetingin neyvan meiri enn einar tveir tímar.
- Haraftrat kemur so gólvið. Her læna vit plattar, sum verða lagdir eftir øllum gólvinum, og omanyvir plattarnar leggja vit byggiplátur, sum verða skrúvaðar niður í plattarnar. Felagið eigur byggipláturnar, sum eru kubbaðar til og verða goymdar millum stevnurnar, so tær kunnu brúkast ár um ár, sigur hann.
Høgni W. Høgnesen sigur, at tað gekk væl at fáa tjaldið upp at standa, og fólk eru ófør at hjálpa til.
- Hetta er triðja árið á rað, at vit hava egið tjald til fleiri av okkara tiltøkum, sigur hann.