- Fyrsta bátastevna í Vestmanna varð hildin longu í 2002, og tað var ein maður her í Vestmanna, Birgir W. Høgnesen, sum er góður við hugskotum, ið slóðaði fyri, at vit fingu eina bátastevnu.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, sum er í bátastevnunevndini í Vestmanna. Hann vísir á, at Birgir W. Høgnesen møtti upp við einari mappu við nøkrum skjølum í og segði, at hann hevði eitt hugskot.
- Eg veit ikki, hvaðani hann hevði fingið íblásturin og hugskotið, men helst hevur tað verið úr Noregi ella aðrastaðni, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum vísir á, at tað grundleggjandi, sum Birgir W. Høgnesen tá legði fyri dagin, er tað sama, sum liggur aftan fyri bátastevnuna í dag.
- Grundarlagið eru bátarnir, siglingin og innsiglingin – og ikki minst suppan, tá bátarnir hava lagt til bryggju. Haraftrat kemur so dansurin, sum er um kvøldið og sum eisini var og er ein partur av konseptinum. Hetta er líka sum súlan undir bátastevnuni, og síðan er stevnan ment og vorðin útbygd til tað, hon er í dag.
Bárður á Steig Nielsen ásannar, at bátastevnan í Vestmanna í dag er í kapping við festivalar og ymisk onnur tiltøk, sum eru komin síðan.
- Eg haldi, at okkara bátastevna er hin elsti festivalurin av teimum stóru, men eftirhondini hava festivalarnir yvirtikið summarið, samstundis sum tær gomlu og traditionellu summarstevnurnar líka sum eru tódnaðar.
Hann leggur aftrat, at áður var tað soleiðis, at summarstevnurnar byrjaðu við norðoyastevnu og endaðu við ólavsøku.
- Eg haldi tað vera eitt sindur spell, at traditionellu summarstevnurnar eru vorðnar so smáar, sum tær nú einaferð eru. Nú er tað kappróðurin á hesum stevnum – og síðan er ofta ikki nógv fólk at síggja, tá róður er lokin.
Bárður á Steig Nielsen heldur, at góða ferðasambandið, sum nú er millum oyggjarnar, eisini hevur sína ávirkan á, at fólk líka sum koyra til summarstevnurnar, og tá kappróðurin er lokin, koyra tey heimaftur.
- Alt er so hektiskt í dag. Alt skal ganga skjótt fyri seg, og fólk geva sær nóg illa stundir at rógva. Eg haldi, at hetta er eitt sindur spell, leggur hann aftrat.
Bárður á Steig Nielsen væntar eina góða og hugnaliga bátastevnu í Vestmanna í dag. Tað er fullteknað bæði við bátum og kampingvognum, og veðrið er gott.
- So, hetta sær rættiliga væl út í dag, sigur Bárður á Steig Nielsen í stevnunevndini.