Vænta friðaligan fund

Hóast okkurt nos hevur verið at hoyrt frá onkrum einstøkum sambandsmanni, verður ikki roknað við uppreistri

Edvard Joensen

frá landsfundi Sambandsfloksins í Øravík


Tað er friðaligt í Øravík nú stutt undan fundinum, sum verður settur eftir, at blaðið er farið til prentingar. Og fyrireikararnir vænta eisini ein friðaligan fund.

Ein fyrrverandi tingmaður Sambandsfloksins, Atli Hansen, hevði herfyri onkrar atfinningar at formanni floksins, Edmundi Joensen. Men líkt er til, at hetta var eitt einsamalt gleps, sum ikki fær ta stóru undirtøkuna millum vanlig sambandsfólk.

Sambandsfólk, Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við upp undir landsfundin í Øravík, siga seg ikki vita nakað um, at serlig misnøgd skal vera við floksleiðsluna. Fólk vænta ein stillan og siðiligan fund, sum fer at ganga, sum leiðslan vil hava hann.

Fyri tveimum árum síðan varð gjørd ein roynd at fáa formannin, Edmund Joensen, frá. Men Edmund vann atkvøðugreiðsluna ta ferðina, og sum skilst er einki, sum bendir á, at nakað slíkt verður aftur hesaferð.

Eftir skránni skuldi fundurin verða settur í gjárkvøldi klokkan hálvgum níggju. Men beint áðrenn blaðið fór til prentingar var eitt sindur ivasamt, um Smyril fór at klára suður til tíðina, tí veðrið var heldur keðiligt. Tað var væl av vindi av landsynningi, sum er ringasta ætt at koma suður. Og av tí, at tey flestu búgva norðan fyri Suðuroyarfjørð, varð væntað, at hetta fór at ávirka uppmøtingina.

Sjálvur aðalfundurin skuldi vera í gjárkvøldi, og í dag verður so politiskt orðaskifti. Seinnapartin fer ES tinglimurin hjá danska Vinstraflokkinum, Anne E. Jensen, at halda røðu fyri landsfundinum.

Landsfundur Sambandsfloksins í Øravík ár 2.000 endar við veitslu í kvøld klokkan 19.30.

Hesin landsfundur Sambandsfloksins er søguligur á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, pressan er boðin at verða við alla tíðina.