Nógv byggiverksemi er í hesum døgum við høllini á Hálsi, har Tórshavnar kommuna hevur sett skjøtul á arbeiðið at víðka um høllina, so at umstøðurnar at venja og skipa fyri kappingum í høvuðsstaðnum verða uppaftur betur.
Ikki kann sigast annað enn, at tað er í tøkum tíma, tí í desember og januar verður Hondbóltssamband Føroya vertur fyri tveimum ymiskum altjóða kappingum. Í desember er tað føroyska kvinnulandsliðið, ið er vertir til sín undanbólk til endaspælið til HM, meðan føroyska manslandsliðið er vertir í januar í samband við teirra undanbólk til endaspælið til EM.
Hóast tað kann tykjast, at tað enn er langt á mál áðrenn høllin á Hálsi verður klár til at hýsa nakrari kapping, so hevur Hondbóltssambandið fingið at vita, at høllin verður klár. Tað upplýsti Hallur Danielsen, starvsfólk í HSF, fyri Rás 2 í gjár.
- Fyrireikingarnar til kappingarnar verða í næstum og tá fara vit taka støðu til hesi viðurskiftini. Sum vit skilja, so er høllin tøk hóast umvælingar fara fram, segði Hallur Danielsen, tá hann varð spurdur um høllin verður klár.