Vænta lágan oljuprís

Felagsskapurin hjá oljuútflytaralondunum, OPEC, sigur seg bera ótta fyri, at oljuprísurin fer at fella næsta ár.

Aðalskrivarin í OPEC, Alvaro Silva, sigur við tíðindastovuna AP, at prísurin fer at vera støðugur í ár, men næsta ár kemur nógv olja á marknaðin, og tí fer prísurin helst at fella, sigur hann. Síðani OPEC fór undir at regulera framleiðsluna fyri at halda prísinum uppi, hevur oljan kostað ímillum 22 og 28 dollarar fyri tunnuna. Alvaro Silva sigur, at OPEC vil ikki koma í somu støðu sum í 1998, tá prísurin fór heilt niður á 11 dollarar fyri tunnuna.

Ta seinastu tíðina hava OPEC-londini framleitt 25,4 milliónir tunnur um dagin, men frá í dag verður framleiðslan skerd 900.000 tunnur, og tann 4. desember skulu londini aftur taka støðu til at skerja framleiðsluna eitt sindur afturat. Samstundis hevur OPEC biðið oljulond uttan fyri felagsskapin so sum Noreg, Meksiko og Russland halda aftur í framleiðsluni fyri at halda oljuprísinum uppi.