Vænta nógva olju

Oljufeløgini vænta at finna ovurstórar oljuleiðir á havleiðunum uttan fyri Lofoten í Noregi, skrivar oljublaðið Upstream.

Sambært blaðnum hava jarðfrøðingarnir funnið fleiri oljuleiðir, og teir halda tað ikki vera óhugsandi, at talan kann vera um olju fyri heilar 700 milliardir krónur. Í Statoil vænta tey, at feløgini fara at finna millum fýra og seks stórar oljuleiðir, men fyribils noyðast feløgini at bíða, tí ikki fyrr enn um ein mánað fáa tey at vita, um tey sleppa at leita í økinum uttan fyri Lofoten.

Eftir at kanningar í Norðsjónum hava avdúkað, at oljuvirksemið kann órógva fiskin, eru norsku fiskimenninir farnir at ivast í, um tað er rætt at lata oljufeløgini sleppa at bora eftir olju við Lofoten, sum er ein av teimum týdningarmestu fiskileiðunum í Noregi. Heimsnáttútugrunnurin er ímóti oljuvinnu við Lofoten, sum økið er gýtingarleið hjá arktiska toskinum, og tí nógvur hvalur eisini heldur til har.