Í fjør komu 85 nátungar ella havshestungar, undan í Høvdanum á Skúvoynni, og í ár eru teir 101, so sjálvt um lítið hevur verið at fingið á sjónum enn, so kann væntast, at nátungarnir verða minst líka nógvir sum í fjør, sum var eitt gott ár.
Tað sigur Havstovan á heimasíðuni í morgun.
Nátarnir í Høvdanum eru taldir á hvørjum ári síðani 2001.
Fyrst verða allir nátarnir og øll reiðrini skrásett á myndir. Hetta verður gjørt meðan nátin liggur á reiðri í juni og juli, og síðani verða øll reiðrini kannað aftur, beint áðrenn ungarnir eru floygdir, fyri at skráseta, hvussu nógvir ungar koma undan.
Eisini verður skrásett, hvørji reiður verða brúkt á hvørjum ári, og úr hvørjum reiðri ungarnir verða floygdir.
Hóast tað eru yvir 300 reiður, so vórðu bara 253 brúkt í ár og 101 ungar komu undan.
Sum heild eru broytingarnar í nátastovninum ikki so stórar, sum í hinum sjófuglastovnunum, sigur Havstovan.
Tað hevur verið ein minking fram til 2007, bæði í talinum av náta, reiðrum og ungum, men síðani vaks aftur.
Tað hava ongantíð verið so nógvir nátar og so nógv reiður sum í 2009, men so minkaði skjótt aftur, og tað hava ongantíð verið so fáir nátar sum í fjør.
Hesi sveiggini í talinum á náta eru ikki tí at tað doyggja fleiri ella færri nátar hesi árini. Orsøkin er, at umstøðurnar hjá nátanum eru ymiskar, serliga viðurskiftini í havinum, so teir brúka meira og minni tíð í berginum.
Men nú hevur so aftur verið ein vøkstur í Høvdanum við tað, at í ár eru 5% fleiri nátar, 14% fleiri reiður og 19% fleiri ungar enn í fjør.
Tað komu tó ikki so nógvir ungar undan, sum ein kundi væntað, tí ungar vóru bert í 40% av reiðrunum. Tað besta árið, 2010, vóru ungar í 60% av reiðrunum.