Danir vænta sær nógv av Grand Prix sanginum hjá Pæturi við Keldu, og danska fyrrapartsblaðið Politiken heldur, at talan í ár er um ein føroyskan favoritt í danska Grand Prixnum.
Sjálvur tekur Pætur hetta púra róligt, og hann heldur, at tað er ilt at meta um, hvør sangur kann vinna kappingina.
Leiðarin fyri Grand Prix tiltakinum hjá Danmarks Radio er ein av teimum, sum roknar við, at Pætur fer at gera seg galdandi.
Hann sigur við Politiken, at Pætur kann gerast næsta stóra stjørnan hjá føroyingum.
? Hann syngur sangin við friðinum úr føroysku undirgrundini, og talan er um ein heilt serligan sang, sum saktans kann taka øll á bóli í Grand Prixnum, heldur Morten Carlsson.
Sangurin hjá Pæturi, Som en drøm, verður tó í harðari kapping við 9 aðrar sangir, tá finalan í danska Grand Prixnum verður hildin leygarkvøldið 9. februar.
Sangurin hjá Pæturi er nummar 9 í røðini, og næstsíðsta plássið átti ikki at gjørt møguleikarnar í kappingini verri.
Í løtuni eru Pætur og hansara fólk í holt við at leggja tónleikin til rættis, so grundarlagið verður gott, tá Pætur fer á pallin í Cirkusbygninginum at syngja sín sang beinleiðis fyri eini milióna stórari hyggjarafjøld í Danmark.