Fiskivinna
Sambært byggisáttmálanum skulu nýggju trolararnir, sum P/F Beta í Saltangará letur byggja í Vigo í Spaniu, verða lidnir, 27. september í ár.
Olaf Olsen, reiðari, hevur nýliga verið í Spaniu og skoðað verkið. Hann væntar, at byggitíðin fer at halda, og at trolararnir verða í Føroyum í oktober.
- Hetta er nú blivið til tvey skip, sum standa á skipasmiðjuni í Vigo, og eg haldi, at
skipini síggja gott út, sigur Olaf, sum var í Spaniu fyri góðari viku síðan.
Beta letur tveir nýggjar trolarar bygga í Vigo, sum koma inn í fiskiskipaflotan fyri tríggjar av gomlu Cuba-trolarunum. Enn er tó ikki avgjørt, hvørji skip fara úr flotanum, og heldur ikki er alment kent, hvør skal føra nýggju trolararnar. Nøvn eru nevnd, men Olaf vil ikki vátta nakað enn.
Størri veiðiorku
Nýggju trolararnir eru 37-38 metrar langir og 9,5 metrar breiðir. Cuba-trolararnir eru tað sama til longdar, men 1,20 metur smalri. Gomlu skipini hava eina maskinu, sum er 1200 hk., meðan maskinan á nýggju skipunum er 1305 hk.
- Nýggju skipini hava størri veiðiorku enn tey gomlu; tí fara trý skip úr flotanum fyri tey bæði nýggju.
Olaf vísir á, at veiðiorkutalið er samansett av brottu tonsum og hestamegi, og í hesum førinum merkir tað, at trý skip mugu út fyri tey bæði, sum koma inn í flotan.
Maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, skal gera arbeiðsdekkini á nýggju trolarunum, eitt nú pavnar, bond og annað. Hetta arbeiði verður gjørt í Føroyum, og síðan fara menn hjá FMJ niður til Vigo at seta arbeiðsdekkið upp.
Gott tekin
Olaf Olsen sigur annars, at fiskiskapurin hjá teimum átta Cuba-trolarunum hevur verið hampiliga góður í vár, tó ikki heilt so góður sum í fjør vár.
- Tað hevur viðrað nógv verri í vetur enn í fjør vetur. Vit hava ikki havt nakað serligt harðveður, men tað hevur verið keðiligt fiskiveður ein stóran part av vetrinum og várinum, sigur reiðarin.
Spurdur, hvat hann heldur um, at upsin, sum skipini fáa, er so smáur, sigur Olaf Olsen:
- Tað er rætt, at upsin er heldur smáur, men hann var eisini smáur í fjør vár. At
nógvur ungur fiskur er til, taki eg ikki sum nakað ringt tekin, sigur reiðarin at enda.