? Vænti undirtøku frá øllum flokkum

Løgmaður væntar, at allir flokkar fara at taka undir við nýggju avtaluni um markið

Væntar løgmaður nakra mótstøðu móti uppskotinum, tá tað verður umrøtt í tinginum?

-Allar hessar samráðingar eru farnar fram í tøttum samráði við Uttanlandsnevndina, og allar týðandi avgerðir og útspøl eru konfirmerað av Uttanlandsnevndini, so eg rokni við, at Uttanlandsnevndin, sum sambart Stýrisskipanini er umboðið hjá løgtinginum í týðandi uttanríkismálum, hevur svarað mær í hesum samráðinum vegna løgtingið. Tí vænti eg ikki nakrar trupulleikar í løgtinginum.

-Heldur ikki í Danmark ella í Bretlandi?

-Tað vóni eg ikki, men man veit jú aldrin.

Anfinn Kallsberg løgmaður váttar, at bæði Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri og Tony Lloyd, varauttanríkisráðharri í Bretlandi koma til undirskrivingina 18. mai.

Løgmaður sigur, at Niels Helveg Pedersen skuldi koma henda vegin kortini, tí hann plagar at vera her eina ferð um árið og sum oftast um heystið. Men hesaferð ynskti hann at koma higar í mai.