Amerikanararnir ætla ikki, at tað, sum hendi tann 11. september í 2001, skal endurtaka seg, og tí hava teir nú sent fleiri útlendskum flogfeløgum krav um, at tey skulu hava vápnaðar vaktarmenn umborð á flogførunum, um umstøðurnar tala fyri tí.
Flogfeløgini fáa lítla og onga tíð til at umhugsa seg, tí skipanin skal koma í gildi beinanvegin, og hon umfatar øll flogfeløg, sum flúgva til og úr USA. Flutningsflogfør koma eisini undir skipanina.
Amerikonsku myndugleikarnir siga, at tað verður ikki neyðugt at hava vápnaðar vaktarmenn umborð altíð, men bert tá illgruni er um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at málum í USA ella aðrastaðni.
Skandinaviska flogfelagið SAS hevur eisini fingið amerikanska kravið, og har hevur tað ikki fingið serliga góða móttøku. Talskvinnan hjá SAS, Siv Meisingset, sigur við norska útvarpið, at tað er ikki siðvenja at hava vápn umborð á flogførunum. Hon dugir tó ikki at siga, hvørjar avleiðingar amerikanska kravið kann fáa.
Sambært norska útvarpinum eru norsku loftferðslumyndugleikarnir heldur ikki fegnir um kravið úr USA.
Flogskiparar í fleiri londum hava fyrr víst aftur hugskotinum um at hava vápnaðar vaktarmenn umborð á ferðamannaflogførum.