Vár, summar og klæðir

- Skalt tú vera "in", so mást tú í ein anorakk.

Soleiðis ljóðar eitt av klædnaráðnum frá Inger Jensen, sum hevur klædnahandilin »Lei« niðri í Vágsbotni í Havn.

- Anorkakkar hava gjørt eitt rættuligt "come back"eftir at hava verið lítið at sæð í fleiri ár, og skalt tú fylgja við klædnarákinum í ár, so mást tú nú hála ein anorakk yvir høvdið

Helena Debes Højgaard


Hetta er tann tíðin av árinum, har klædnahandlarnir fegnir geva keyparum sínum innlit í hvussu summar- og várklæðini skulu síggja út.

Í góðveðrinum leygardagin skipaðu fimm handlar í míðbýnum í Havn fyri mótasýning á økinum uttan fyri Keypsamtøkuna. Fyrireikararnir høvdu framanundan sagt, at mótasýningin skuldi haldast um veðrið var til vildar. Og ikki kann sigast annað enn at so var, tí hesin hjá handlunum langi leygardagurin mundi verða ein av teimum vakrastu og heitastu døgunum higartil í ár.

Seinasta hóskvøld hevði eisini fitt av fólki leita sær oman í Café Natúr, har klædnahandilin Lei gav sítt boð uppá vársins móta.

Í ein hálvan tíma gingu modellini aftur og fram eftir gólvinum í kafeini, har borðini vóru skúgvað eitt sindur til viks.

Nakað av klæðum til vanliga gerandisdagin vórðu sýnd fram, men stórst parturin av klæðunum tyktist vera betur egnaður til tær eitt sindur serligari løturnar.


Roynd í starvið

Handilin Lei hevur nú verið opin í gott hálvt ár, men eigarin, Inger Jensen, er ikki óroynd í sínum yrki. Frá 1980 til 86 hevði hon handlarnar Pinkan og Fíban uppi í SMS. Men vegna barnsburð og sjúku avgjørdi hon at selja hesar.

- Nú er yngsti sonurin vorðin so gamal, at mær ikki nýtist vera heimagangandi longur, so eg avgjørdi at fara út og royna meg aftur sum sølukvinna, sigur Inger Jensen.

Spurd, um tað ikki er torført at fylgja við í, hvat kvinnur velja at ganga í, sigur Inger, at jú so er.

- Ein verður bara noydd at føla seg fram sum fragast og síðani vóna, at ein tekur røttu avgerðirnar. Sum oftast liggur ein á nøkulunda røttu leið, men so kann ein eisini verða óheppin og einki selja.

Sum dømi nevnir hon, at hon í byrjanini seldi eitt klædnamerki, sum henni dámdi sera væl, men sum síðani vísti seg vera ov kostnaðarmikið til, at flestu føroysku kvinnunar vildu keypa tað. Eisini er ein trupulleiki, at klædnasniðið seinastu tíðina hevur verði sera tættsitandi at kroppinum, og nógvar eru kvinnurnar, sum ikki kunnu ella vilja ganga í strømmum klæðum. Tískil leggur hon nú størri dent á at selja klæðir, sum fáast í eitt sindur meiri menniskjaligum støddum.


Skal tað vera tann guli ella tann grøni ella....

Um hvørjir litir verða in í vár og summar sigur Inger, at tað er rættuliga ymiskt. Tað er altíð tengt at, hvat merki tú velur at keypa. Men grátt og serliga ljósagrátt, eru áhaldandi álítandi litir at ganga í. Pastell litirnir eru eitt gott boð, og babyrosa og ljósablátt eru er so avgjørt hit-litir í summar. Men jarðlitirnir, sum beige og eitt sindur myrkari brúnt verða eisini at síggja. Til seinast tykjast svart og hvítt altíð at vera pletskot.