Spennandi dagar eru fyri framman í Nes kommunu, har bæði Várdagar og Bátafestivalurin eru fyri framman.
Í morgin byrja várdagarnir har lagt verður fyri, at felags ruddingardagur er fyri alla kommununa, so klárt er til tey stóra tiltøkini, sum eru fyri framman, ikki minst Bátafestivalin, sum verður næsta vikuskiftið.
Seinnapartin ringdi Petur Zachariassen til Jóhannus Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu, sum greiddi frá øllum tí, sum er fyri framman teir komandi dagarnar í Nes Kommunu.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Petur Zachariassen hevði beinleiðis á Rás2 við Jóhannus Danielsen.