Várkonsert við Tvøroyrar Hornorkestri

Árliga várkonsertin hjá Tvøroyrar Hornorkestri verdur á Seglloftinum á Tvøroyri í kvøld. Konsertin verður klokkan 19:30. Tvøroyrar Hornorkestur hevur 32 ár á baki, og eru tad 22 spælarar úr allari Suðuroynni, sum eru við. Yngsti spælari er 12 ár og elsti spælari er 63 ár, so tað kann sigast, at tad er eitt rættiliga fjølbroytt orkestur.

Skráin á Seglloftinum fevnur heilt frá Frank Sinatra til Europe.

Tróndur Enni stjórnar Tvøroyrar Hornorkestri og frásøgufólk til konsertina á Seglloftinum er Anna Kirstin Thomsen.