Sum heild hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni í gjárkvøldið og í nátt. Men nakrar ferðir mátti løgreglan kortini eftir fólki sum ikki dugdu sær hógv í rúsdrekka.
Ígjárkvøldið varð ringt av eini kaffistovu til løgregluna at boða frá, at ein maður var so ólátaður, at hann var til ampa fyri onnur. Løgreglan var eftir manninum og koyrdi hann hagar hann helt til.
Mitt í nátt vóru menn við at fara til hendurs í miðbýnum í Havn, so har fór løgreglan eisini á staðið og fekk skilt partarnar sundur, so at teir fóru hvør til sítt.
Men beint eftir midnátt var løgreglan eisini í býnum í Havn eftir einum ungum dreingi, sum var deyðadrukkin. Tey siga, at hann var so illa fyri, at tey fingu hann út á Landssjúkrahúsið so at hann kundi koma undir læknahond. Løgreglan sigur, at hann var undir 18 ár, so foreldrini fingu boð um tað, umframt at ein sosialfrágreiðing, sum tað eitur, varð skrivað til barnaverndina.
– Tað hendur seg meiri enn so, at vit koma í ta støðuna, sigur løgreglan.