Vørubilar til Vøruhúsið

Mánadagin 9. juni lótu Reyni Service/Auto Service sjey nýggjar vørubilar til Vøruhúsið á Hjalla. Talan var um fimm Toyota Hiace 4x4 og tveir Peugeot Expert, allir við dieselmotori.

Bilarnir eru teir fyrstu við nýggju litunum og búmekjunum hjá Vøruhúsinum.


Vit hava keypt hesar bilarnar, tí vit hava verið sera væl nøgdir við bæði bilarnar og tænastuna vit áður hava fingið frá Reyni Service og Auto Service, sigur Sólbjørn Thomsen, sølustjóri hjá Vøruhúsinum.