Vørumessan 2003
Endamálið við Vørumessuni er at gera tað lættari hjá handilsfólki, stovnum, fyritøkum og øðrum at keypa sínar vørur og tænastur, sum eru tøkar á føroyska marknaðinum.
Birgir Poulsen, stigtakari, sigur, at flestu heilsølur í landinum eru við á messuni, og tær hava nógv góð tilboð at bjóða sínum viðskiftafólki. Millum aðrar kunnu nevnast Poul Hansen, Poul Michelsen, Landshandilin, Kjølbro, Damfar og Norðvág ? tær báðar seinastu við góðgæti.
Góð keyp
- Tað er vanligt, at heilsølur og framsýnarar annars hava nógv góð tilboð á Vørumessuni. Fleiri taka nýggjar vørur heim júst í samband við messuna, og viðskiftafólk kunnu gera rættiliga góð keyp.
Stigtakarin sigur, at nógv verður "handlað" á messuni, og tað eru teir handilsmenn, sum gera avtalur um keyp av ávísum vørum yvir eitt heilt ár.
Men tað eru ikki bara matvørur og góðgæti, sum verða handlaðar á Vørumessuni.
- Innan telduútbúnað og heimasíður, hava vit tvær fyritøkur úr Saltangará, Tera og Krea. Tera hevur nøkur ár á baki, meðan Krea er ein nýggj fyritøka við ungum, ágrýtnum og evnaríkum monnum, sum serliga arbeiða við heimasíðum, sigur Birgir.
Hann vísir á, at ein fyritøka, sum fyrstu ferð var við í fjør og aftur er við í ár, er Multikeyp í Havn, sum ger reklamulutir.
- Her kanst tú bíleggja pennar, fløgg og ymiskar lutir við navninum ella búmerkinum hjá tíni egnu fyritøku. Hetta er slíkt, sum stovnar og fyritøkur av ymiskum slagi lata sínum viðskiftafólki við ymisk høvi.
Av nýggjum framsýnarum, sum eru við í ár, sigur Birgir, er eitt nú Ergo-og Hjálpitól, sum selir nógvan útbúnað til stovnar og skrivstovur. Haraftrat er so eisini blómuhandilin, Orkis á Glyvrum, sum í fyrsta lagi tekur sær av torginum.
Sent innbjóðingar
- Vørumessan er ikki almenn, men er serliga ætlað handilsfólki og fólkum, sum umboða stovnar og skrivstovur av ymiskum slagi.
Birgir sigur, at vanligt hevur verið, at heilsølur og onnur, sum sýna fram á messuni, bjóða sínum viðskiftafólkum at koma á stevnuna, og soleiðis er eisini í ár.
- Men aftrat hesum hava vit, sum taka stig til
stevnuna, í ár sent út innbjóðingar til flestu fyritøkur í Føroyum. Hetta hava vit ikki gjørt áður, so spennandi verður at síggja, um hetta fer at veksa um talið av vitjandi.
Hann vísir á, at vanliga plaga eini 1500-2000 fólk at vitja
á Vørumessuni.
- Framsýnarar eru ógvuliga fegnir um Vørumessuna, og tað eru ikki so fáir, sum siga, at messan gevur teimum ta eykaíkast sum skal til ? eitt íkast, sum hesar fyritøkur treyðugt kunnu umvera, sigur Birgir.
Tilboð á messuni
Hann sigur, at fleiri vitjandi eru á stevnuni allar tríggjar dagarnar og afturmeldingin, ið tey, sum stigtakarar fáa, er, at Vørumessan hevur stóran týdning fyri handilslívið og annars øll tey, sum keypa vørur og tænastur.
- Útboðið er so mikið stórt, at tað tekur sína tíð hjá teimum vitjandi at síggja alt, sum hevur teirra áhuga. Fleiri tilboð eru bara galdandi á sjálvari messuni; tí er umráðandi at fáa avtalurnar uppá pláss, meðan stevnan er, sigur Birgir Poulsen.