Kanska fara vit at taka eitt sindur av marknaðinum, men fyrst og fremst fer vøruúrvalið í Føroyum at vaksa, tá vit lata upp, siga eigararnir av Bob og Marilyn’s Suitcase.
Á miðdegi í morgin letur nýggi lívsstílshandilin Bob and Marilyn’s Suitcase upp á Eystaru bryggju í Havn, har sum Skipshandilin var fyrr.
Tað eru barndómsvinirnir Brian Hansen og Bartal Jartvarðsson Hermansen, sum lata nýggja handilin upp. Teir hava seinastu árini búð uttanlands, men eru nú vendir aftur til Føroya.
Brian Hansen sigur, at teir hava arbeitt við ætlanunum í longri tíð, men í februar byrjaði fyrireikingarnar at taka dik á seg. Í juni yvirtóku teir høli frá Skipshandlinum og síðani hava teir arbeitt við at gera handilin kláran.
- Nú er alt liðugt. Tað hevur verið hart og nógv arbeiðið. Alt inni í handlinum er hondgjørt, so nógvir arbeiðstímar liggja aftan fyri, sigur hann.
Bob and Marilyn’s Suitcase verður ein klædna- og lívsstílshandil. Har vera klæði til bæði kvinnur og menn, umframt okkurt innbúgv og aðrar lívstílsvørur.
- Sera nógv av merkjunum eru ikki at fáa í øðrum handlum í Føroyum. Nógv av hesum er slíkt, sum føroyingar annars eru vanir at keypa uttanands ella umvegis internetið, tí tað ikki er at fáa fatur á. Tí vóna vit at vera væl móttiknir, tá vit lata upp, sigur Brian Hansen.
- Vit koma kanska at taka eitt sindur frá marknaðinum hjá hinum klædnahandlunum, men eg vænti at vit fyrst og fremst, orsaka av tí øðrvísi úrvalinum, fara at leggja afturat marknaðinum, sigur hann.
28 ára gomlu Brian Hansen og Bartal Jartvarðsson Hermansen eru barndómsvinir og hava arbeitt nógv saman eisini meðan teir hava búð í Danmark, so teir hava drúgvar royndir frá handilsvinnuni, hóast teirra unga aldur.
- Vit royna at raka rættiliga breitt. Vit hava bæði fínar harraklædningar frá til dømis Karl Lagerfeld og yvir í tað pena sportslookið og tað sindur ráa lookið. Av tí at vit liggja í Føroyum, so haldi eg, at vit mugu royna at raka eitt sindur breitt. So tað er ein blanding millum high fashion og vanliga stílin hjá mannin í gøtuni, sigur Brian Hansen.
Í morgin á miðdegi letur handilin so upp og í tí sambandi verður nógv gjørt burtur úr.
- Dávur Birgisson kemur at spæla klassiskan tónleik í morgin og fríggjadagin spæla hann, Marni Kruse og Petur Háberg nøkur løg. Sjálvandi vera eisini góð tilboð til tey, ið støkka inn á gólvið, sigur Brian Hansen at enda.