Gravgangur er eftir atgongumerkjum til fótbóltsdystin millum Føroyar og Portugal, men har hevur verið útselt í longri tíð longu.
Tað er tíverri avmarkað pláss á Tórsvølli og er útselt, so er útselt. Ein kann vóna til tað seinasta at fáa atgongumerki, men skuldi tað ikki eydnast, so er kortini gjørligt at síggja dystin saman við nógvum øðrum fjepparum.
Dysturin verður nevniliga vístur á stórskíggja bæði í Vágsbotni og í Løkshøll. Í Løkshøll byrjar tiltakið klokkan 19 og er ókeypis.
Í Vágsbotni er ikki avmarkað pláss á sama hátt sum í Løkshøll, men eingin ivi er um, at tað verður trongt á trappuni, so tað loysir seg at koma í góðari tíð.
Eisini verður skipað fyri onkrum undirhaldi áðrenn dystin.
Eina løtu var arbeitt við at vísa dystin á stórskíggja á ovara vølli í Gundadali, men sum skilst fekst ikki loyvi frá UEFA at hava ljóð á sendingunum, um tað skuldi vera so nær Tórsvølli.