Norðurlandahúsið vísir í kvøld fleiri føroyskar filmar. Tað eru ung eins væl og meiri etablerað listafólk. Heiðrik av Heygum, Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, Anton Petersen, Andrias Høgenni og Katrin Ottarsdóttir sína fram.
At kalla tað stuttfilmar er ivaleyst upp á sítt pláss, men í longd skifta filmarnir millum fimm minuttir upp til ein góðan hálvan tíma.
Tú kanst fáa ein forsmakk upp á nakrar av filmunum á youtube.com. Filmurin »Sigarett« hjá Heiðrikk av Heygum sæst her, filmurin »Magma« eftir Mariannu Mørkøre og Rannvá Káradóttir sæst her og »Lejlighedsminder« hjá Katrini Ottarsdóttir sæst her
Føroyskt filmskvøld í Norðurlandahúsinum klokkan 19.30 í kvøld.