Vísa til heimasíðuna

Tøkniliga gongdin ger, at t.d. myndugleikarnir hava ein nýggjan møguleika at kunna um ymiskt viðurskifti. Eisini í Føroyum verður hesin møguleiki nýttur

Tá Sosialurin í gjár fregnaðist eftir tíðindum um samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag, vístu báðir partar til heimasíðuna hjá Lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum. Har er eitt tíðindaskriv at finna, har øll, ið hava áhuga, hava møguleika at fylgja við gongdini í málinum.

Internetið er nýggjur miðil, ið verður alt meira nýttur.

Undir stóra verkfallinum í vár, tá loftmiðlarnir eisini vóru raktir, var t.d. heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum týdningarmesta tíðindatænasta.

Føroysku myndugleikarnir eru væl við og bæði løgting og landstýri hava heimasíður. Heimasíðan hjá Lønardeildini eitur www.lnd.fo