Vísindamaður stevnt Nobel-nevndini

Vísindamaðurin Rongxiang Xu hevur stevnt nobelnevndini hjá Karolinska stovninum í Stockholm, tí hann vil ikki góðtaka grundgevingina, sum stovnurin hevði fyri at geva John Gurdon og Shinya Yamanaka (myndin) Nobel-heiðurslønina í læknavísindi í ár.

Í stevningini, sum Rongxiang Xu hevur lartið einum dómstóli í Kalifornia, leggur hann svensku Nobel-nevndina undir mannminkandi framferð.

John Gurdon og Shinya Yamanaka fingu heiðurslønina fyri rannsóknir innan upprunakyknur, men Rognxiang Xu sigur, at hann kom til sama rannsóknaurslit fyri 10 árum síðani,og at tað tí var skeivt at lata hinum báðum heiðurslønina. Tí vil hann hava rættin at staðfesta, at svenska Nobel-nevndin hevur gjørt eitt mistak.