Vísindasiðsemisnevndin vald

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum hevur valt limir í nýggju Vísindasiðsemisnevndina fyri Føroyar. Neyðugt er at velja nýggja Vísindasiðsemisnevnd av tí at »lov om ikrafttræden for Færøerne af lov om et Videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter« júst er komin í gildi í Føroyum.

Limirnir í nýggju Vísindasiðsemisnevndini fyri Føroyar eru hesir: Dorete Block, fil. dr., Richard Schwartson, farmaceutur, Jalgrím Hilduberg, løgfrøðingur, Eliesar Olsen, yvirlækni á skurðdeildini, Landssjúkrahúsið, Høgni Djurhuus, yvirlækni á anæstesideildini, Landssjúkrahúsið, Annika Olsen, kommunulækni og Sonja Klein, prestur.

Varalimir eru: Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni, Marius Rasmussen, yvirlækni á røntgendeildini, Landssjúkrahúsið og Uni Næs, prestur.