Vísindasiðsemisnevndini fingið heimasíðu

Nú ber til hjá øllum at síggja, hvat arbeiðið hjá Vísindasiðsemisnevndini fevnir um, tí nevndin hevur latið sína egnu heimasíðu upp Hon eitur www.vsn.fo. Her sæst, hvørjar verkætlanir og granskingarætlanir Vísindasiðsemisnevndin skal taka støðu til og hevur tikið støðu til. Vísindasiðsemisnevndin er ein ráðgevandi tilmælisnevnd, og hon tekur endaliga støðu til, um eitt nú ein granskingarætlan verður útint í verki ella ikki. Gunhild Isfeldt, lækni, er formaður í Vísindasiðsemisnevndini, sum í løtuni annars er mannað við Dorrit Bech Joensen, lækna, Sonna Smith, journalisti, Malenu Arnholdsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingi, Ingu Poulsen Dam, presti, Fróða Joensen, lækna og Kára Mortensen, studentaskúlalærari.