Vístur av vølli eftir 3 sekund

David Pratt var útvístur í einum dysti um jólini eftir bert trý sekund á vøllinum. Harvið sló hann metið hjá Giuseppe Lorenzo, sum í 1990 var útvístur eftir 10 sekund á vølli.

 

Tað var í einum dysti ímóti Bashley í einum av lægru ensku deildunum, at 21 ára gamli David Pratt gjørdi skjótt av. Bashley gav bóltin upp, og í eini roynd at vinna bóltin frá mótstøðuliðnum rendi Pratt ein mótstøðumann um koll. Dómarin gav Pratt reyða kortið fyri hendingina.

 

- Eg haldi, at hatta var ein sera harður dómur, men eg má góðtaka dómin. Heimsmetið er tó ikki errin av at hava, sigur David Pratt við eitt lokalblað.

 

Leiðslan í felagnum Chippenham Town sigur, at David Pratt er ein fittligur og róligur ungur maður og undrast stórliga á skjótu útvísingina.