Borgerservice hjá danska Uttanríkismálaráðnum váttar nú á Twitter, at tað er staðfest, at tríggir danir er dripnir í bumbuálopunum á Sri Lanka. Tey avvarðandi eru kunnað.
Har eru í núverandi løtu ikki boð um aðrar danir, sum hava latið lív, sigur Borgerservice í somu dagføringini.
Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri, hevur verið í Føroyum í páskaferiu. Men hann mátti bróta feriuna av og fara aftur til Danmarkar, tá tað varð greitt, at danir vóru komnir illa fyri.
Tilsamans eru 207 deyð, og 27 teirra eru útlendingar. Fleiri enn 400 fólk hava fingið skaða.