Nýggjur arbeiðsháttur í tinginum ger, at Fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000 ikki bert verður viðgjørt í fíggjarnevndini, men eisini í hinum nevndunum.
Í trivnaðarnevndini, sum hevði fund í gjár, verða almanna- og heilsumál viðgjørd.
Páll á Reynatúgvu, formaður nevndarinnar, sigur, at nevndin í løtuni er miðskeiðis í viðgerini, og hann heldur tað ganga væl í hond. Tó heldur hann tað vera óheppi, at ein av limunum í nevndini, Rúna Sivertsen, á tingsins røðarapalli herfyri sjálv gjørdi nakrar niðurstøður úr nevndarviðgerðini, hóast viðgerðin enn ikki er komin meira enn í helvt og einki tilmæli er gjørt.
Hóast aðrar nevndir enn fíggjarnevndin viðgerða fíggjarlógaruppskotið, er tað bert fíggjarnevndin, ið hevur heimildir at broyta uppskotið. Hinar nevndirnar kunnu bert koma við tilmælum.