Nógv fólk var á bryggjuni við Toftagjógv mikudagin, tá línuskipið Váðsteinur fyri fyrstu ferð legði at landi á Toftum, eftir at toftamenn hava keypt skipið.
Tað var Nes kommuna, sum skipaði fyri móttøkuni, har Nes sóknar Hornorkestur spældi og borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, helt eina røðu.
Niclas Davidsen, reiðari, greiddi frá keypinum og skipinum, og hann takkaði kommununi fyri móttøkuna og øllum teimum, sum vóru komin saman á bryggjuni.
Bjóðað varð til ein kaffimunn, og høvi var eisini at vitja umborð á Váðastein.
Tað skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu, sum eisini eigur viðheftu mynd.