HB og KÍ hava fyri løtu síðani spælt finalu um Cadbury steypið hjá U-14 dreingjunum hjá monnum. HB vann tí finaluna 1-0 við máli frá Sveini Lava Olsen, sum kom tíðliga í øðrum hálvleiki.
Eitt sum serliga var at bíta merki í við finaluni hjá U-14 dreinjgum hjá monnum vóru væl klæddu venjararnir hjá KÍ, har ikki færri enn tríggir vóru í klædningi.
Hetta minti ikki sørt um stóru venjararnir, sum vit dagliga síggja í sjónvarpinum. Tað er stuttligt at síggja, at tað rákið verður fylgt, og at venjararnir taka uppgávuna í størsta álvara, hóast talan ”bert” var um U-14 finalu í Føroyum.