Vága kommuna setur tríggjar sjálvvirknar flaggstengur upp

Vága kommuna hevur nú fingið tríggjar nýggjar, sjálvvirknar flaggstengur – eina í Sandavági, eina í Miðvági og eina til Vatnsoyrar. Flaggstengurnar eru frá danska framleiðaranum Uptimast og eru ætlaðar til almennar flaggdagar, jarðarferðir og aðrar hátíðar- og minningardagar. Skipanin er sjálvvirkin, samstundis sum hon kann stýrast gjøgnum telefonina, tá tørvur er á tí, og flaggið fer sjálvvirkandi upp og niður eftir einum flaggkalendara.

 

Ein týdningarmikil fyrimunur við nýggju skipanini er, at arbeiðsfólk ikki longur skulu møta upp á staðnum, hvørja ferð flagg skal heysast ella takast niður. Hetta ger arbeiðið bæði skjótari og smidligari, skrivar vaga.fo.

 

Kostnaðurin fyri hvørja flaggstong 75.000 kr. Umframt sjálva flaggstongina verður settur ein kassi niður í jørðina, har fløggini verða goymd, tá tey ikki eru í nýtslu. Vága kommuna hevur tvey fløgg til hvørja flaggstong – eitt stórt og eitt minni – soleiðis at møguleiki er at flagga alt eftir veðrinum. Íløgan verður mett til at vera spard inn aftur eftir umleið 3 árum.

 

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur, at avgerðin er tikin við støði í bæði rationalisering og sparing:

– Vit gera hetta, tí vit halda, at hetta er ein dygdargóð og varandi sparing í rakstrinum, og samstundis ger hetta flaggingina lættari og tryggari.

 

Klima umboðar Uptimast í Føroyum

 

Føroyska fyritøkan Klima í Sandavági umboðar Uptimast í Føroyum og hevur staðið fyri uppsetingini í Vága kommunu. Klima er ein roynd fyritøka innan el-instalatiónir og stýringarskipanir og hevur virkað síðan 2004.

 

Uptimast er nýggj loysn á føroyska marknaðinum

 

Uptimast setti fyrstu sjálvvirknu flaggstengurnar upp í Danmark í mai í ár, og higartil eru 20 flaggstengur av hesum slagnum settar upp – harav tríggjar í Vága kommunu. Hetta ger Vága kommunu til eina av teimum fyrstu kommununum uttan fyri Danmark, sum tekur hesa nýggju, framkomnu flaggingsskipan í nýtslu.

 

Eitt stig fram móti eini nútímans flaggingsskipan

 

Við hesum tekur Vága kommuna eitt týðandi stig fram ímóti eini tøkniliga væl útgjørdari og framtíðarrættaðari flaggingsskipan. Hon er longu tikin í nýtslu og fer at gera dagliga arbeiðið lættari og skjótari, skrivar vaga.fo.