Tað gongst út av lagi vánaliga hjá FS Vágar at skava stig saman. Í løtuni sær tað soleiðis út, at alt tos um at endurvinna plássið í bestu deildini ? í sambandi við samanleggingina fyri nøkrum árum síðani varð tað vónað og roknað við, at Vágarnar fóru at gera seg galdandi í fremstu røð ? er hildið uppat og tað so dyggiliga. Syrgiliga støðan hjá vágamonnum er, at teir eru aftast í 2. deild, og koma ikki heilt aðrir bollar á súpanina eftir summarsteðgin, enn tað hava verið higaril, so fara Vágarnar ikki at eiga umboð í 2. deild komandi ár.
Í Gøtu taptu teir 3-1. Kanska hevði tað verið øðrvísi, um teir í 1. hálvleiki høvdu fingið nyttu burturúr, tá Sonni Johansen lobbaði í stólpan, og tá teir eftir horna vóru púra leysir við aftara stólpa, men klossaðu møguleikan burtur.
Í staðin var tað Omar Pálsson, verjukendi miðvallarin á heimaliðnum, sum eftir 20 minuttir setti hol á, tá Heini Heinason hevði drigið langt og leingi, áðrenn hann legði út frá baklinjuni.
Í 2. hálvleiki vóru gøtumenn tríggjar ferðir í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, og teir fingu tvey mál. Hitt fyrra tá korter var runnið, og Heini Heinason var farin einsamallur ígjøgnum tungu verjuna.
Eftir tað royndi FS Vágar at koma afturíaftur, teir høvdu bóltin nógv, men tað var alt ov fátækt upp á hugflog. Høgir skrábóltar vórðu oystir í brotsteigin, og har var Jón Sigurd Gleðisheygg í GÍ verjuni stóri maðurin.
Hilmar Hansen minkaði um munin, tá tað restaðu átjan minuttir. Hann sneiddi fleiri av og smekkaði til úr 18 metrum.
3-1 málið tveir minuttir fyri leiklok var átókt fyrsta málinum: Petur Sjúrðarberg legði út frá baklinjuni, og Omar Pálsson avgreiddi úr 16 metrum.