Vágamenn fara um Skopunarfjørð

B71 og 07 Vestur spæla klokkan 19.30 fyrsta dystin í 18. umfari í næstbestu deildini

Miðvikuumfar er á skránni í næstbestu fótbóltsdeildini. Ein dystur verður í kvøld, og hinir fýra verða spældir mikukvøldið.

Í kvøld fær B71, sum inntil fyri stuttum var við í kappingini um heiðursmerkjaplássini, men sum nú er á sætta plássi, vitjan av 07 Vestur. Vágaliðið er næstfremst, men tað er farið at styttast aftur til B68, sum er fýra stig undir 07 Vestur, ið hevur spælt ein dyst fleiri enn B68.

Tvær tær seinastu ferðirnar hevur B71 tapt á útivølli ímóti Skála (3-0) og B68 (6-1). 07 Vestur vann leygtardagin 4-0 á heimavølli ímóti MB. Undanfarnu ferðirnar hevði úrtøkan ikki verið so góð – 1-1 og 2-2 ímóti ávikavíst AB og B68, 2-1 tap ímóti Víkingi og 1-1 ímóti Skála.

Tá ið sandoyingar vitjaðu í Sandavági 9. mai, vann heimaliðið 3-1.

B71-07 Vestur: Bent Tommy Linklett kl. 19.30.