Vaksandi misnøgd í Íslandi yvir fiskivinnustýring

Fleiri og fleiri íslendingar gera vart við sína ónøgd og ampa yvir verandi fiskivinnustýring ið tykist avtofta smærri pláss og koncentrera eigaraskapið av skipum og øðrum vinnutólum í ov fáar hendur

Nógva staðni í Íslandi harmast og ilskast fólk yvir eina støðu sum er íkomin tey seinnu árini við vaksandi trupulleikum av at fiskivinnu fyritøkur verða fluttar ella stongdar í sambandi við samanleggingar, niðurleggingar og konsolidering annars í vinnuni. Meðan summi, serliga á Reykjavíkar leiðini, góðtaka gongdina sum eitt slag av óundansleppandi modernisering, tykist tann breiða misnøgdin byggja á eina sannføring um at hesar nógvu niðurleggingar av arbeiðsplássum í veruleikanum eru óneyðugar og hava eina einfalda orsøk: landsins fiskivinnustýring, tann sonevnda kvotaskipanin, er skeiv og má rættast.
»Eg merki bara hvussu alsamt fleiri innsíggja trupulleikan sum hann er,« segði Magnús Thór Hafsteinsson, upprunaliga fiskifrøðingur, seinni tíðindamaður fyri norska Fiskaren, og núverandi politikari. Magnus Thór er limur í Altinginum og næstformaður í Frælslynta Flokkinum, ein politiskur flokkur ið fyri stóran part hevur profilerað seg upp á kravið um eina endurskoðan av kvotaskipanini.
»Eg kendi at eg varð noyddur at gera okkurt fyri at fáa kvotaskipanina broytta,« segði Magnus Thór. »Verandi skipan er við at gerast ein vanlagna fyri alt ov nógv fólk kring landið og politikarar mugu seta bygdamenning aftur á dagsskránna.«
Hóast hann sjálvur er fiskifrøðingur útbúgvin í Noreg so meinar hann at fiskifrøðin eigur enn ikki at verða tikin sum fullbúgvin vísindi, av tí at hennara umráði er sera víðfevnandi og at traditiónin enn er ov stutt.
»Vit mugu burtur frá at byggja stórar avgerðir við samfelagsligum avleiðingum á metingar frá granskarum tá ið slíkar metingar innihalda stórar óvissu faktorar. Fiskifrøðin er framvegis ung og fevnir ótrúliga vítt og hevur í veruleikanum enn ikki funnið sítt vísindaliga fótafesti. Ávísar greinar innan fiskifrøðina hava tó fingið ov stórt vald í mun til hvussu búnar tær eru. Sjálvur meini eg at lívfrøðin má koma meira inn aftur í fiskivinnu stýringina og at vit samstundis mugu finna fram til eina skipan ið stuðlar undir eina samfelagsliga javnvág og skapar búskaparligan stabilitet.«
Tann føroyska fiskidagaskipanin er góð, heldur Magnus Thór, av tí at hon uppiheldur einari javnvág í flotanum og hevur ikki ein tendens til, eins og kvotaskipanir ofta hava, at fáa partar í vinnuni at geva ósannar upplýsingar um veiðina. Hann meinar hann eisini at føroyingar gera rætt í at ikki einans veiða tann stóra fiskin, sum annars hevur verið vanligt í Íslandi tey seinnu árini.
»Fiskastovnar verða alt annað enn styrktir av at man einans tekur tann størsta fiskin; tá vit síggja at tann lítli fiskurin í veruleikanum er fullvaksin og tó ikki gerst størri, gevur tað onga meining at verja hann fram um tann stóra. Hetta snýr seg í stóran mun um føðsluna hjá fiskinum og teir lítlu fiskarnir eta jú eisini frá teimum størru  hví ikki heldur lata nakrar av teimum størru fáa frið til at gýta og um møguligt vaksa eina tíð afturat, so stovnurin aftur kanska fær fleiri størri fiskar.«
Eisini hvat viðvíkur ferðavinnu, vildi Magnús Thór ávara ímóti verandi gongd sum hann meinar kann minka um áhugan hjá ferðafólki at vitja Ísland.
»Tað er eingin ivi um at ferðafólk finna tað sera hugnaligt við livandi fiskivinnu á smáplássunum. Tað er einki so hugnaligt sum at síggja bátarnar koma inn og fara avstað; tað er nakað heilt serligt við hesum, og hetta liggur í okkara mentan. Hetta kenna tit eisini alt til í Føroyum. Taka vit lívið av hesum, so gera vit ein óbótaligan skaða.«
Samstundis segði Magnus Thór seg skilja teir partar í fiskivinnuni sum eru ímóti at broyta verandi skipan.
»Tað er ikki so løgið at tey reiðarí sum hava tryggjað sær rættindi og kvotur óttast fyri at vit vilja taka hetta frá teimum um vit broyta skipanina. Eg vil tó leggja dent á at vit vilja virka fyri at hesir partar ikki missa nakað av slíkum broytingum, heldur tvørturímóti  øll fiskivinnan og samfelagið sum heild fáa ágóðan, um vit rætta skeivleikarnar.«
Kapping um føðslu
Ein annar kendur profilur í Íslandi, sum eisini hevur verið uppi í politikki, tó sum partur av tí meira etableraða Sjálfstæðisflokkinum, er Kristinn Pétursson, stjóri á saltfiskavirkinum Gunnólfur, í Bakkafirði har norðuri á Eysturlandinum. Hann skrivar ofta í bløðunum og var gestur í tí almenna sjónvarpinum í summar tá hann gav landsins verandi fiskivinnustýring av grovfílini. Trupulleikin í Bakkafirði er at tað er ringt at fáa fatur á fiski síðan allar kvotur eru seldur úr bygdini.
»Eg eri í grundini ikki so nógv ímóti verandi skipan sum so,« segði Kristinn í samrøðu við tíðindabrævið Business Atlantic, »tað veldst um hvussu tess meginreglur verða tulkaðar og førdar út í lívið; tað er meira í mátanum sum tøl og metingar verða tikin í nýstlu at trupulleikar standast.«
Kristinn vísti á spurningin um ov lítið av føðslu hjá fleiri fleiri fiskasløgum, nakað ið mong meina eisini vísir seg í trupulleikum hjá havfuglum at klára seg.
»Tað krevjast ikki rúmdarvísindi fyri at finna fram til at okkurt er út av lagi skeivt tá ið eitt stórt tal av fiskivinnu samfeløgum í einari fiskivinnutjóð sum Íslandi gerast øskukøld tí tey ikki fáa ráfisk  meðan firðirnir samstundis prutla av fiski ið so at siga bønar um at verða tikin. Øll hendan støðan við ov nógvum smáfiski er um at gerast ótolandi; meðan fiskurin margfaldar seg uttan at nakar sleppur at veiða hann, so økist kappingin um føðsluna, nakað sum verandi fiskivinnustýring ikki eingong viðurkennir.«
Kristinn meinar at tær alsamt minkandi, frítt umsetiligu kvoturnar eru ein trupulleiki sum eingin í fiskivinnuni hevur varandi fyrimunir av, eftirsum marknaðarkreftirnar hava ein natúrligan tendens til at trýsta prísirnar á teimum alsamt minkandi kvotunum uppeftir, hvat ið júst er hent; av teimum fáu virkjum sum megna at keypa og leiga kvotur er ein stórur partur komin í botnleysa skuld, og hetta er nakað sum ikki gevur stabilitet.
Toskakríggj til fánýtis?
Ein kendur íslendskur skipari, Guðmundur Jónsson, sum hevur 35 ára royndir á brúnni, segði við Fishing News International í september at reguleringin av tí íslendska toska fiskiskapinum er miseydnað og at vandi er fyri at hendan veiða fer at minka enn meira í komandi árum. Skiparin helt at hvørki Toskakríggið móti bretum, tær forstørraðu meskavíddirnar ella tær áhaldandi niðursettu kvoturnar hava styrkt toskastovnin, kanska heldur tvørturímóti.
»Í 1970unum varð meskavíddin sett upp úr 120 mm í 155 mm,« segði Guðmundur. »Vit fingu tær fyrstu stongdu leiðirnar og, um somu tíð, kom lodnuveiðan í gongd. Í 1981 kollapsaði lodnustovnurin og tað sama hendi við hvítfiskinum.«
Skiparin, sum ídag førir trolaran Venus HF 519, helt fram: »Síðani 1991 hava vit jagað eftir tí størsta fiskinum. Reiðskapur er designaður fyri at veiða størri fisk. Vit brúka størri meskar í trolposunum, línuskipini banka eitt sindur av tí smáa fiskinum av húkunum og vit leita eftir umráðum har tann størsti og virðismesti fiskurin er at finna. Síðani 1991 hava vit eisini í praksis fiskað upp á grammið sambært vísindaliga ráðgeving, men tó er ikki meira fiskur og stríðið at fáa fremmand skip út úr okkara farvatni fyri at byggja upp toskastovnin hevur ikki givið úrslit.«
»Kvotan fyri 2005-2006 er niðri á 198.000 tonsum. Í 1976 fingu vit ta sokallaðu svørtu frágreiðingina og alt hevur síðani tá verið gjørt fyri at byggja fiskastovnarnar upp aftur til tey lovaðu 400.000 til 500.000 tonsini um árið, men minkingin heldur bara fram. Við verandi gongd er toskaveiðan niðan fyri 100.000 tons um tíggju ár.«