Vaktarskifti í barnaverndini við Skálafjørðin

Nú er Ingrid Jensen farin úr starvinum, og Jenny Petersen hevur tikið við leiðsluni í Barnaverndini við Skálafjørðin.

Artur Johansen, Ingrid Jensen, Tórbjørn Jacobsen, Jenny Petersen og Súni í Hjøllum.

 

 

Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna umsita í felag barnaverndina í økinum við Skálafjørðin. Nú húsast barnaverndin í húsunum, sum Símun í Bakkanum og konan Karla í sínari tíð bygdu úti við Toftavatn. Roðin, sum er eldrasamtakið hjá somu kommunum, eigur húsini.

 

Ingrid Jensen, sum hevur verið leiðari í barnaverndini í nøkur ár, hevur valt at taka við øðrum avbjóðingum. Tí varð neyðugt at søkja eftir nýggjum leiðara. Setanarnevndin, ið er mannað við borgarstjórunum í samstarvinum, innstillaði einmælt Jenny Petersen.

 

Hesum tóku bý- og bygdaráðini einmælt undir við, og Jenny Petersen varð sett sum leiðari frá 1. mai 2021 at rokna.

 

Jenny Petersen er 46 ára gomul og útbúgvin sosialráðgevi. Seinastu 15 árini hevur hon starvast í Barnaverndini við Skálafjørðin. Fyrstu árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi í Danmark. Komin aftur til Føroya, var hon í starvi á Almannastovuni. Jenny hevur verið á fleiri fakligum skeiðum og luttikið á viðkomandi ráðstevnum.

 

- Fjølbroyttu royndir hennara eins og skipað samstarv við stovnar og myndugleikar er sera týðandi fyri starvið, siga tey á heimasíðuni hjá Nes kommunu í dag.

 

Í samband við vaktarskiftið varð skipað fyri hugnaligari samkomu seinast í apríl. Her nýttu fleiri høvi at takka Ingrid Jensen og ynskja nýggja leiðaranum hepna hond við starvinum.

 

Vegna kommunurnar í samstarvinum takkaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Ingrid Jensen fyri trygga leiðslu og gott samstarv. Samstundis ynskti hann - eisini vegna kommunurnar - Jenny Petersen blíðan byr í nýggja og ábyrgdarfulla starvinum.

 

Artur Johansen, Ingrid Jensen, Tórbjørn Jacobsen, Jenny Petersen og Súni í Hjøllum.