Nes, Sjóvar og Runavíkar kommuna umsita í felag barnaverndina í økinum við Skálafjørðin
Jenny Petersen, sum hevur starvast hjá barnaverndini í 18 ár, hevur verið leiðari síðan 1. mai 2021. Hon hevur nú valt at siga seg úr starvi. Søkt hevur verið eftir nýggjum leiðara. Setanarnevndin, ið var mannað av borgarstjórunum í teimum trimum kommununum og øðrum, innstillaði einmælt Katrin Dam til starvið sum leiðari. Katrin er 34 ára gomul og útbúgvin sum sosialráðgevi í 2020.
Í samband við vaktarskiftið varð skipað fyri hugnaligari samkomu. Jenny takkaði fyri tíðina, og ynskti avloysaranum hepna hond og bestu eydnu í starvinum.
Vegna kommunurnar í samstarvinum takkaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Jenny Petersen fyri trygga leiðslu og gott samstarv eisini ynskti hann Katrini Dam blíðan byr í nýggja og ábyrgdarfulla starvinum.