Fyrsta konsertin á sandinum leygardagin var við sámiska bólkinum Adjágas.
Fá fólk vóru komin at lurta eftir hesum forkunnuga bólki.
Tónleikurin hjá Adjágas er fólkatónleikur, sum allatíðina er borin uppi av joiksanginum hjá teimum báðum Sara Marielle Gaup og Lawra Somby. Tað eru fyri tað mesta tey bæði, sum mynda tónleikin.
Ein tónleikari spældi bæði banjo, trompet og blásiorgul, og hann var ein stórur partur av sterka útrykkinum.
Allatíðina var tað siðbundni joikasangurin, sum var í miðdeplinum.
Fyri tað mesta var tað rættiliga friðarligur tónleikur, sum tó onkuntíð varð bygdur upp til meira larmutan rokk. Tann eini sangurin var ein seigur bluessangur, sum so breyt út í bluesrokk.
Tað vóru hesir meira lívligu sangirnir, sum komu best tvörturum til áhoyrarnar. Tónleikurin var annars nokkso innatvendur, og tað tyktiskt ikki, sum um öll hövdu hug at lurta allatíðina. Men eisini hesir sangirnir hövdu sína styrki í vakra, og á ein hátt, hypnotiserandi joiksanginum.
Sangirnir eru sögur, og ímillum teir greiddi Lawra frá. Hetta er tónleikur, sum er rótfestur í teirra sterka sámiska samleika. Tey sungu bara á sámiskum, men hann greiddi frá á norskum, so áhoyrarnir fingu við, hvat lögini snúðu seg um.
Tað sást, at tey elska tað, tey gera. Spæligleðin lýsti av teimum. Kanska hevði hetta riggað betur á einum minni palli, har tey vóru tættari við áhoyrararnar, men tað eydnaðist hóast alt væl.
Oddur á Lakjuni