Tann 7. mars skulu veljararnir í Norðurírlandi á valhølini at manna tingið av nýggjum. Tað hava bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, og írski starvsbróður hansara, Bertie Ahern, gjørt av, nú tann politiski vongurin í IRA hevur boðað frá, at hann er sinnaður at virka saman við norðurírsku løgregluni. Stormont, sum norðurírska tingið eitur, hevði ein virknan lut í friðaravtaluni millum protestantar og katolikkar, sum kom í gildi í 1998, men orsakaðav støðugari ósemju hevur tingið ikki virkað seinastu fimm árini. Nú skal tað so skipast av nýggjum.