Valdemar er ættaður av Høvdanum í Fuglafirði. Foreldrini hjá honum vóru Niels Petur Midjord, sum var ættaður úr Fuglafirði, og Jóhonna fødd Jacobsen og ættað av Glyvrum. Foreldrini hjá henni vóru Marin og Venzil Jacobsen. Jóhanna og Niels Petur fingu sjey børn: Valdemar, Karl, Henny, Nelly, Judith, Magda og Hanna. Jóhanna doyði á barsilssong, tá ið hon hevði átt Honnu. Systir hennara, Margretha, kom av Glyvrum og inn til Fuglafirðar at halda hús hjá svágrinum. Tey bæði giftust, og tey fingu ein son, Niels Midjord, sum býr í Fuglafirði. Har búgva eisini Karl, Henny og Hanna. Valdemar býr í Runavík, Nelly í Saltangará og Judith og Magda búgva niðri.
Valdemar lærdi til málara hjá Herlufi Johannesen í Havnini. Hann hevur okkurt skifti fingist við okkurt annað - eitt nú koyrdi hann buss hjá svágrinum á Toftum Arnholdi Davidsen - men nógv tann størsta partin av tíðini hevur hann málað. Ofta hevur tað verið saman við svágrinum í Fuglafirði Jákup Paula Joensen.
Valdemar hevur verið ógvuliga arbeiðssamur, og hann hevur víst stórt hegni. Umframt at mála, so hevur eitt nú ligið væl fyri hjá honum at smíða, og tað er komið væl við hjá so mongum, at tey í einum og sama persóni ikki bara hava fingið málara, men fjøltáttaðan handverkara á vitjan.
Fyri einari hálvari øld síðani setti Valdemar gamla prestagarðin á Nesi í góðan stand. At hann framvegis er væl fyri sást eitt nú aftur í, at hann fyri heilt stuttum aftur hevur verið úti á Nesi og sett prestagarðin í góðan stand við at mála og tapetisera.
27. februar í 1955 giftist Valdemar við Annie fødd Davidsen og ættað av Kvíggjarheyggi á Nesi. Foreldrini hjá henni vóru Helena og Niclas Davidsen. Tey giftust inn á Kvíggjarheyggi. Har búðu tey í nøkur ár, og síðani fluttu tey í nýggj hús í Runavík. Har eiga tey gott og fjálgt heim, og Annie hevur við sínum ljósa lyndi og síni blíðu medferð verið miðdepulin.
Annie og Valdemar eiga tveir dreingir. Niels er giftur við Jóngerð, sum er ættað úr Haraldsundi. Tey eiga fýra børn og búgva í Klaksvík. Árni er giftur við Petsy, sum er ættað úr Hoygarðinum á Toftum. Tey eiga trý børn. Í nøkur ár hava tey búð í Danmark, og nú búgva tey á Toftum. Valdemar er langabbi fýra ferðir.
Sama dag sum Annie og Valdemar høvdu gullbrúdleyp fyri einum knøppum ári síðani, høvdu Jóngerð og Niels silvurbrúdleyp. Mikukvøldið var familjan saman við nógvum vinum savnað á Svangaskarði og gleddust um lívið og alt tað, sum tey hava havt saman. Tað var hugaligt at síggja, at Annie og Valdemar framvegis eru væl fyri. Valdemar dámar best, tá ið hann hevur nógv at takast við, og hóast hann nú er farin um tey áttati, so tykist hann framvegis at hava góðan førleika. Tað er nógv at takka fyri.N