- Valdið aftur til fólkið

- Vit flyta valdið frá Washington D.C. og geva tað aftur til tykkum, fólkið.


Tað er tann kendi boðskapurin, ið vann honum valið, ið Donald Trump, nýggi amerikanski forsetin, boðar yvir samlaðu fjøldina, nú hann flytur fram sína fyrstu røðu sum forseti.


Fyrstu minuttir vórðu brúktir til, at leggja dent á, at valdið skal aftur til fólkið, og boðaði forsetin frá, at talan er um ein dag, ið søgubøkurnar fara at minnast.


- 20. januar 2017 verður mintur sum dagurin, tá fólkið fekk valdið aftur í hesum landi. Teir gloymdu menninir og tær gloymdu kvinnurnar í okkara landi eru gloymd ei longur. Øll lurta eftir tykkum nú, segði forsetin.