TANN ENDALIGA LOYSNIN
SUM LONGU nevnt hevði týskurin ætlað at hertikið USSR eftir trimum mánaðum. Ì undanfarna parti av hesi greinarøð vórðu nevndar nakrir atvoldir til, at henda ætlan ikki lukkaðist. Umframt tær ber til at peika á nakrar djúpari grundir, sum í hesi vandastøðu vóru Russlandi til fyrimunar.
Her eiga vit fyrst og fremst at hugsa um fólkanøgdina. Úr Russlandi ? sum taldi o.u. 190 milliónir aftur ímóti 75 milliónum í Týsklandi ? kundu gandast fram alsamt fleiri milliónir av hermonnum í staðin fyri tær, sum týskurin týndi ella tók til fanga. Síðani kunnu vit nevna víddina, sum hevði við sær logistiskar trupulleikar, eitt nú í Stalingrad, sum vóru at kalla óloysandi. Og endiliga eigur ein at hugsa um veðrið ? evjuna ? raputitsa ? sum á vári og heysti darvaði týskinum í ólukkumát, og kuldan, sum á vetri týndi túsundtals at kalla summarklæddar hermenn.
Men ikki minni týdning hevði ein atvold av moralskum slag. Í teimum økjum, sum týskarar í fyrstu atløgu løgdu undir seg, búðu ? umframt russarar ? seks tjóðir, sum ikki vóru russiskar: póllendingar, litavar, lettar, estlendingar, hvítarussarar og ukrainar. Tann sovjetska undirkúgingin hevði summastaðni í hesum londum verið so hørð og blóðug, at mangastaðni tóku bøndur í 1941 ímóti týskinum við breyði og salti sum tekin um, at teir vóru vælkomnir. Kanska mintust summi, at týskarar undir 1. heimsbardaga høvdu eggjað summum av hesum tjóðum at vinna sær frælsi.
Men tað nýggja Týskland hevði ein annan politikk. Grund undir týskaranna sókn eftir Lebensraum, og teirra framferð móti fólki eystanfyri, var tann hugsan, at hesi fólk vóru "undirmenniskjur". Av hægsta stað bleiv kunngjørt, at týskir hermenn høvdu loyvi ? og skyldu - til at kúga, drepa og pína frá hond og hvørki eira kvinnum ella børnum.
Børn vórðu brúkt sum skotskivur hjá týskum hermonnum. Kvinnur vórðu í stórum tali neyðtiknar og síðani myrdar. Tær vóru stungnar við bajonettum ella fingu bróstini skorin av. Fólk vórðu sett at grava gravir, síðani vórðu tey skotin, og líkini blakað niður í gravirnar, har tey lógu í dungum. Í einari bygd vórðu fólk stúgvað saman í eini hoyløðu, og síðani eldur settur á. Hetta eru bara nøkur fá hissini dømir um ta nazistisku framferðina. Í størri býum, t.d. Kijev og Rostov, varð týningin løgd meira ruddiliga til rættis við sokallaðum Grossaktionen. Fáar dagar eftir at Kijev varð tikin, vórðu 52.000 menn, kvinnur og børn dripin.
Við hesum bæði kriminella og stuttskygda politikki gjørdi leiðslan í Nazi-Týsklandi sítt til at tryggja, at USSR vann 2. heimsbardaga. Tí ikki bara minkaði tann atburður, sum fylgdi við Die Endlösung, nógv um tann hug, sum t.d. ukrainar av sjálvsøgdum grundum kundu hava til at fara í part við týskinum, hon styrkti eisini tann russiska stríðsviljan. Aftrat tí kom, at allir russarar vistu, at innrásin í teirra land var sáttmálabrot og ein svikagerð. Um alt tað russiska ríkið birtist ein treiskur og djúpur vilji til at verja halga, russiska jørð.
MIKROTJÓÐIR Í KAUKASUS
Í KLASSISKUM grikskum bókmentum er søgugongdin ofta soleiðis snarað, at hetjan, eftir at ein vend ? peripeteia - hevur elvt hennara fall, er fyri tí innaru víðkan, sum grikkar rópa anagnorisis, t.e. sjálvsásannan. Um henni annars er lív lagað, tekur hon betri partar fyri seg, fer at liva eitt sannari lív og kanska eisini t.d. vísa øðrum menniskjum miskunn.
Fyri Josef Stalin var Barbarossa hansara peripeteia, tann vend, sum mundi kostað honum sjálvum lívið og veitt tí russiska fólkinum feigd og trældóm. Men eingin sjálvsásannan kom eftir hesa vend. Terroratgerðirnar frá tríatiárunum hildu fram, í prinsippinum óbroyttar, men sjálvsagt tarnaðar av bardaganum. Revsingin fyri at hopa undan í eini neyðstøðu, sum fyrst og fremst stóðst av Stalins egna ósketni og ódugnaskapi, var deyði ella arbeiðslega. Takkarlønin fyri at vága lív og heilsu fyri føðilandið var mangan eitt skot fyri pannuna, ella vanæra og ófrælsi fyri ein sjálvan, maka og børn.
Ein serliga áhugaverdur partur av hesi søgu er tann viðferð, sum nakrar av smátjóðunum í USSR fingu í hesum árum. Líkasum Napoleon keisari, sum kom av Korsika, var stórfraklendingur, var tann rótleysi georgiarin Josef Stalin stórrussari. Og sum tíðin leið fór hann at líkjast sínum undanmonnum í Kreml meira og meira. Ivan hin Mikli og hansara eftirmenn plagdu av politiskum grundum at flyta heilar tjóðir til fjarskotin støð í tí velduga ríkinum.
Leiðslan í Kreml læt í krígsárunum fólk í stórum tali tvingsilsflyta, eitt nú jødar, baltar, grikkar og ukrainar. Men umframt hetta skipaði hon fyri tvingsilsflutningum, sum raktu átta heilar tjóðir. Tann fyrsta av hesum atgerðum varð framd í 1941 og varð vend móti volgatýskarum. Atburðurin móti teimum var serliga óreinur. NKVD-menn lupu í fallskíggja, ílatnir sum hitlertýskarar, niður í landið, har volgatýskarar búðu. Teir volgatýskarar, sum tóku væl ímóti sínum landsmonnum, vórðu straks skotnir. Hinir blivu tvingsilsfluttir.
Millum oktober 1943 og november 1944 vórðu sjey tjóðir í Kaukasus tvingsilsfluttar við hørðum. Tær vóru: kekenar, ingusjar, karakjeiar, balkarar úr Norðurkaukasus, kalmykkar av vallfløtunum í ein útnyrðing úr Kaspiska Havi, krimtartarar og mesjketar. Hesir seinastu, 200.000 tilsamans, vórðu fluttir av hernaðarligum grundum. Hinar tjóðirnar vórðu fluttar, tí tær búðu í landspørtum, sum høvdu verið undir týskum valdi, og vórðu lagdar undir at semjast væl við fíggindan.
Atferðin móti kekenum varð løgd til rættis við serligum stalinskum óreinsskapi. Fólk vórðu lokkað at koma saman á degnum hjá Reyða Herinum tann 23. februar 1944 at síggja hervenjingar. Meðan hesi góðvarnu fólkini stuttleikaðu sær uttandura í fjøllunum, søktu hermenninir at teimum, skutu mong og noyddu hini inn í góðsvognar, sum USSR hevði fingið takkað veri Leigu- og Lánslógini, og flutti tey burtur.
Mín kelda til hesar upplýsingar er bókin The Nation Killers, 1970, eftir Robert Conquest. Høvundurin upplýsir, at tær átta tjóðirnar, sum vóru fyri hesi lagnu, taldu tilsamans 1.650.000 fólk. Òneyðugt er at siga, at fólk í stórum tali lótu lív av hesi viðferð, umframt at hon eisini hótti mál, mentan og møguleika at fetta sær í framtíðini. Tólv ár eftir burturflutningin varð borið so í bandi, at nakrar av hesum tjóðum fingu uppreising og sluppu heimaftur. Sum heild er hesin politikkur eitt skúladømi um tað kriminella stuttskygni, sum eyðkendi stalinismuna. Trupulleikarnir í Kekenia, sum tað nýggja Russland hevur arvað, eru ein beinleiðis avleiðing av hesum atgerðum.
TANN MIKLA SAMGONGAN
ÆTLANIN ER ikki í hesi greinrøð at greiða út í æsir frá gongdini í krígnum móti Týsklandi. Í stuttum kunnu vit siga, at bardagin við Kursk í juli og august 1943 var tað seinasta av trimum nosum, sum fingu týskin at hopa undan og dvína. Aftur hesa ferð vóru tað Zjukov og Vasilevskij, sum løgdu upp ráð um vælir og hernsnildir, og aftur hesa ferð brúktu teir eina samanseting av virknum defensivi og ? síðani ? klíputangardánaðum álopi.
Sum nevnt fyrr eydnaðist tað Hitleri ? við sínum psykopatisku evnum til at skapa tann vanda, hann mest av øllum ræddist ? at fáa ein bardaga á tveimum hermótum. Longu sama dag sum Barbarossa byrjaði, boðaði Winston Churchill í Undirhúsinum frá, at Ongland og USSR nú vóru krígsfelagar. Ein stívan mánað seinni sendi amerikanski forsetin Franklin D. Roosevelt sín serliga sendimann, Harry Hopkins, til Moskva at tingast við Stalin um amerikanska hjálp til USSR. Tann mikla samgongan ? the grand alliance ? sum at enda basti Týsklandi, var nú ein veruleiki.
Sum árini gingu, og tað so líðandi bleiv týðiligt, at týskurin fór at bíta í grasið, var framskygdum fólkum greitt, at ein nýggj geopolitisk støða fór at taka seg upp í heiminum. Europa fór at blíva savnað, Týskland fór at liggja í sori í langa tíð, men ? hvør sínu megin Europa ? fóru tvey nýggj heimsveldir at rísa. Tað nýggja meginríkið eystanfyri ? USSR, albrynjað ? fór at varpa sín skugga vestur yvir eitt nógv viknað Europa.
Henda støða hevði við sær, at teir tríggir ríkisovastarnir hjá teimum sameindu, saman við de Gaulle úr Fraklandi, máttu hittast og royna at semjast um at leggja ætlanir fyri framtíðina. Sum vit minnast, hevði Stalin nóg illa verið uttanlands, bara gjørt eitt rend til London og eitt til Tammerfors, og steðgað o.u. ein mánað í München í 1913. Men í samráðingunum tann 23. august 1939 við von Ribbentrop hevði hann longu staðið sína sveinsroynd sum diplomatur ? væl og virðiliga.
TINGINGAR VIÐ CHURCHILL
Í samráðingunum við Ongland og USA læt Stalin fyrst sín uttanríkisráðharra Molotov umboða USSR. Sjálvur umboðaði hann Sovjetsamveldið á trimum meginfundum ? í Teheran 28. nov.?1. des. 1943, í Jalta á Krim 4.-11. februar 1945 og í Potsdam 16. juli?2. august 1945. Á hesum fundum hitti hann Winston Churchill og Franklin D. Roosevelt og á tí seinasta fundinum, eftir at Churchill var fráfarin og Roosevelt deyður, Clement Attlee og Harry S. Truman. Churchill og Stalin samráddust eisini tveireinir á serfundum.
Teheran-fundurin var helst tann týdningarmesta av hesum tingingum. Tað vóru ikki sneisaørindir, hesir Tríggir Hægstu gjørdu sær, og tað vóru ikki smámál, teir tingaðust um og loystu á sín serliga bæði eirindaleysa og tilvildarliga hátt. Í roynd og veru gjørdu teir av framtíðina fyri Europa ta komandi hálvu øldina.
Hvør teirra kom á fund við sínum serligu krøvum, ætlanum og ynskjum. Hjartamálið hjá Roosevelt var ein nýggjur felagsskapur landanna millum, sum skuldi tryggja, at eitt slíkt oyðandi kríggj ongantíð aftur brast á í heiminum. Stalin ? realpolitikarin ? legði dent á at varðveita tey landamørk vestureftir, sum USSR vann sær í 1939 og seinni, at tryggja USSR yvirvág í Eystureuropa og (í Teheran) at fáa sínar sameindu at opna eitt nýtt hermóti vestanfyri. Málið hjá Churchill var at bjarga tí sum bjargast kundi av Eystureuropa undan tí sovjetsku klónni og at tryggja Onglandi ávirkan í eystara Miðalhavi og á Balkan.
Roosevelt sýntist ikki at vísa Europa nógvan áhuga, og teir, sum í roynd og veru gjørdu av framtíðina hjá 100 milliónum av eystureuropearum ta komandi hálvu øldina, vóru Churchill og Stalin. Báðir vóru vitandi um, hvat týdning hesar avgerðir fóru at fáa. Stalin hevði tann fyrimun, at hann visti, hvat hann vildi, at tann hernaðarliga støðan hjá USSR var alsamt styrknandi, og at hansara mótmenn ? sum á sinni undan teimum, í eini heilt aðrari togan, Zinovjev, Kamenjev og Bukharin ? undirmettu henda lítla og gátuføra - stundum ilska og lúnuta, stundum frágera blíða - georgiaran. Hvat Churchill á hesum fundum hugsaði sær, hevur hann sjálvur greitt frá. Hann helt fyri, sigur hann, við Stalin:
Latið okkum greiða okkara viðurskiftir á Balkan. Tykkara herar eru í Rumenia og Bulgaria. Vit hava áhugamál, sendinevndir og umboð har. Latið okkum ikki klandrast um smámál. Hvat viðvíkir Bretlandi og Russlandi, hvat hevði tykkum dámað at fingið 90 % yvirvald í Rumenia, meðan vit fingu 90 % at siga í Grikkalandi, og vit siga helvt um helvt í Jugoslavia? Meðan hetta varð umsett, skrivaði eg á eitt hálvt ark:
Rumenia
Russland90 %
Hini10 %
Grikkaland
Stóra Bretland (í semju
við USA) 90 %
Russland 10 %
Jugoslavia50-50%
Ungarn 50-50%
Bulgaria
Russland 75%
Hini25%
Eg førkaði pappírið yvir til Stalin, sum nú hevði hoyrt týðingina. Ein lítil steðgur var. So tók hann sín bláa blýant og setti eitt stórt hakk á arkið og gav okkum tað aftur.
TEGNRÍKIR Í EYSTUREUROPA
Tá ið avtornaði, fekk Stalin eitt munandi betri úrslit, enn Churchill við hesum realpolitiska tilboði hevði ætlað og ímyndað sær. Endamálið hjá USSR var at byggja upp ein geira av tegnríkjum ella fríholtslondum, sum skuldu liggja sum ein verja millum Russland og Vestureuropa. Londini í hesum russiska cordon sanitaire vóru: Pólland, Eysturtýskland, Ungarn, Rumenia, Bulgaria, Jugoslavia og Albania.
Eftir at Stalin hevði vunnið diplomatiskan sigur á Churchill og Roosevelt, varð henda ætlan framd í stigum árini 1945-48. Hyggjuráðini til at fremja hana vóru lutvís hernaðarligt trýst og terroratgerðir og lutvís tað serliga slagið av propagandu, har djúpmál ? eitt hugtak, sum fyrr er lýst - varð brúkt. Eitt nú vóru tey nýggju ríkini rópt "fólkademokrati". Hetta løgna hugtakið, sum umsett til føroyskt verður til "fólkafólkaræði", merkti í grundini tað øvugta av sínum heiti. Eins og orðið í síni merking fataði um tvífalt fólkaræði, fevndi tað í sínum veruliga innihaldi um tvífalda kúgan, bæði móti tí einstaka og móti tjóðini.
Mannagongdin hesi árini, framd við ymiskum frábrigdum, var tann, at landið, sum skuldi gerast tegnríki, ta fyrstu tíðina slapp at vera eitt fólkaræði við flokspolitiskari pluralismu. Í næsta umfari, í hesi trístrongdu tilgongd, mistu allir flokkar uttan tann kommunistiski vald og ávirkan. Í triðja umfari var pluralisman avtikin og bara ein flokkur loyvdur.
Lagnan hjá Kekkoslovakia, hvørs fólkaræðisliga siðvenja kann førast heilt aftur í 15. øld, til tíðina hjá Jan Hus og Jan Ziska, kann brúkast sum mynd av hesum bæði loyniliga og listilærda leiki. Sosialistar og kommunistar høvdu havt valdið í landinum í tvey ár. Tá ið tað bleiv greitt, at sosialistarnir fóru at fáa framgongd, varð skipað fyri vápnaðum kravgongum. Politikarar, ið ikki vóru kommunistar, vórðu handtiknir, og teirra flokkar vórðu ? sum í 1918 grundlógartingið í Russlandi ? avtiknir. Tað politiska kvettið varð framt tann 25. februar 1948. Tann kendi kekkiski politikarin Jan Masaryk læt lív, tá hann bleiv blakaður út ígjøgnum vindeygað í sínum ráðharrahúsum.
Lagnan hjá Póllandi er eitt dømi aftrat um hesi lokabrøgd. Ongland var farið í kríggj fyri at verja Pólland, og í Onglandi var bæði ein polsk útlegdarstjórn og ein stórur polskur herur. Stalin helt kortini fast um tað polska eysturmarkið frá 1939, sum gav USSR ein fittan geira av polskum landi. Umframt tað hevði hann ta politisku ætlan, at Pólland skuldi vera sovjetskt áhugaøki ella tegnríki. Churchill visti, at hann, um væl vildi til, bara kundi vinna í øðrum av hesum málum. Tann polska útlegdarstjórnin vildi hava alt ella einki. Sostatt fekk Stalin sín vilja, og úrslitið var eitt nógv skert Pólland, ið samstundis bleiv sovjetskt tegnríki.
Tað var lagnunnar spei, at Stalin í hesi telvan gloypti m.a. nett teimum ríkjum, sum Hitler hevði slúkt í 30´árunum. Tey nýggju marknalondini vórðu skipað í samveldir av ymiskum slag: Comecon (búskapur), Kominform (politikkur) og Warsjavasamgongan (hernaður), ið sjálvsagt m.a. vóru mótspæl til m.a. Marshallhjálpina og NATO.
Grundirnar til henda útgang vóru tríggjar, í fyrsta lagi at Churchill og Roosevelt als ikki drógu somu línu, og í øðrum lagi at Bretland var viknandi og skjótt fór at missa síni hjálond, meðan Sovjetsamveldið nú var sterkasta ríki á meginlandinum. Triðja orsøkin var, at Stalin sum samráðingarmaður og telvari royndist dyggari enn hinir báðir. Hvat annars kann sigast um hansara førleika, hetta kynstrið dugdi hann.
TANN GLÆSILIGA MYNDIN
HEIMSKRÍGGIÐ VAR av, Týsklandi lá í sori, og Sovjetsamveldið bretti sær á í eystri, albrynjað og sigursælt. Josef Stalin varð nú, sum sigurharri, fagnaður av ótaldum fjøldum, og politikarar, kommunistar og serliga floksleiðarar, rithøvundar, heimspekingar og andsmenni bóru honum prís. Hann varð mettur at vera, ikki bara politiskt, hugmyndafrøðiligt og strategiskt flogvit, men eisini heimsins mætasti heimspekingur, ein lýsandi andiligur kyndil. Sum tíðin leið, legði hansara andi nýggjan haga inn, og eitt nú varð hann eisini mettur at vera av mætastu málfrøðingum.
Sum hann smakkaði sær á, á gamals aldri, í síni datsja í Kuntzevo, og í kenningini vigaði sítt lívsverk, hevði hann alla orsøk til at ynskja sær sjálvum tilluku. Hansara ríki var nú víðfevndari enn tað hjá Pæturi Mikla. Hansara ávirkan rakk líka frá Korea og Kina vestur til Berlin. Víða um kring í tí triðja heiminum stigu profetar fram, sum ýtaðu av eftir hansara læru.
Um hann læt hugan reika aftur til Lenins dagar, so hevði hann ikki bara tikið aftur alt, sum Lenin læt gleppa Russlandi av hondum eftir samráðingarnar í Brest-Litovsk í 1918. Á ein hátt hevði hann, eftir teirra deyða, fullført hugbirtingina hjá Trotskij og Alexander Helphand ? hann hevði framt teirra permanentu kollvelting, eksporterað hana, við valdi, til Týsklands, Póllands, Kekkoslovakia, Ungarn, Rumenia, Bulgaria.
Men fram um alt hevði hann vunnið tað, sum hann sambært Dmitrij Volkogonov mest av øllum tráaði eftir ? vald og heiður, í størri máli enn nakað annað menniskja. Á fundinum í Teheran í 1943 hevði Winston Churchill, vegna bretska kongin Georg VI, handað honum Heiðurssvørðið til minnis um sigurin við Stalingrad. Stalin hevjaði svørðið ? so tignarliga, sum fáur kundi gjørt honum eftir ? upp at sínum varrum og kysti tað. Churchill táraði, og Isaac Deutscher vil vera við, at tá sóust eisini tár í eygunum á tí harðhjartaða valdsharranum, sum var borin í heim í eini kroysu í Grusia 65 ár frammanundan.
TANN ÓLÝDNI TITO
OG KORTINI gekk ikki alt eftir vild. Av londunum í tí nýggja verjugeiranum vestanfyri vóru tvey, sum høvdu bjargað sær, at kalla einsamøll, undan tí týska okinum ? Jugoslavia og Albania. Hetta hevði gjørt leiðsluna í Kreml misnøgda og øvundsjúka. Seinast í 40´árunum fór Jugoslavia, við Tito á odda, at virka í sjálvdrátti. Eitt nú fóru jugoslavar, uttan fyrst at spyrja Kreml um loyvi, at tala um at gera eitt Balkan-samveldi.
Hetta hevði við sær, at Milovan Djilas, kommunistur og rithøvundur, úr Montenegro, í 1948 varð boðsendur at koma til Kreml, sum umboð fyri tann jugoslaviska brøðraflokkin. Djilas var óspiltur kommunistur, og samstundis stóð Stalin fyri honum sum tann alvísa og algóða fyrimyndin. Hann var fyrst á fundi, saman við Stalin, Molotov og øðrum leiðarum, í Kreml, og seinni um kvøldið til døgurða í Kuntzevo.
Djilas hevur í bókini Samrøður við Stalin (svensk útgáva 1962) greitt frá hesi ferð. Tað, sum hann upplivdi, var trúarfall og vónbrot. Menninir, hann hevði sæð sum fyrimyndir, vístu seg at vera eitt harkalið av váttligum átarum, ráir, skendskir, undirbrotligir, lítið vitandi og sørir fyri hugsjónir. Onkur teirra, helst Stalin, skeyt upp, at teir skuldu gita, hvussu nógv lægri enn null hitin var, og teir, sum gittu skeivt, skuldu drekka eitt vodkaglas fyri hvørt skeivt gitt stig. Djilas skrivar:
Hesir menn, stongdir inni í einum trongum ringi, kundu væl hugsast at finna upp á uppaftur høpisleysari undanførslur fyri at drekka meiri vodka ? eitt nú at gita longdina á rúminum í fótum ella á borðinum í tummum. Og hvør veit, kanska gera teir tað! Hetta ... fekk meg at hugsa um ta avbyrging, hesir sovjetleiðarar livdu í, tað sálarloysi og høpisloysi, sum eyðkendi teirra lív, har teir flokkaðust um teirra gamla leiðara, hóast teir høvdu ein leiklut, sum hevði avleiðingar fyri framtíðina hjá mannaættini. Eg mintist, at Pætur Mikli eisini hevði slíkar døgurðar fyri sínum hjálparum, døgurðar, har teir ótu og drukku, til teir sukku niður í dólskni, alt meðan teir gjørdu av framtíðina hjá Russlandi og tí russiska fólkinum.
Djilas fór heimaftur, á lívi, so merkiligt tað kann ljóða. Tito og leiðslan í Beograd noktaði, hóast alskyns hóttanir, at akta kravboð úr Moskva. Á fundi í Bukarest tann 28. juni 1948 var Jugoslavia koyrt úr Kominform. Josip Broz Tito kom í søguna sum fyrsti kommunistiski ríkisleiðari, ið ? sum Sverri kongur á sinni - tordi at tala Rómaborg ímóti. Tann kommunistiski heimurin var eftir hetta fleirdeplaður.
STALIN MYRDUR?
UPPREISTURIN Í Jugoslavia gjørdi ivaleyst sítt til, at eitt vaksandi friðloysi og illgrunasemi kom yvir Josef Stalin tey seinastu árini, hann livdi. Tey rættarmál og tær útreinsingar, sum vórðu framd í USSR í 30´árunum, vórðu tikin uppaftur og framd, nú í minni máli, í tegnríkjunum, eitt nú í Kekkoslovakia, har m.a. Slansky og Clementis í 1952 vórðu dømdir og tiknir av døgum.
Ymiskt bendir á, at hesin lítli, upptornaði gamli maðurin ? sum nú var tætt við at ganga í barndømi - ætlaði at liva ævigt og vaka ævinliga yvir sínum fólki og sínum lívsverki. Hansara illtanki til sítt fólk helt á til tað seinasta, og stutt áðrenn hann doyði, fór hann undir at fyrireika eina nýggja stóra útreinsing, sum skuldi beina fyri tí sonevndu læknaráðagerðini og íbirta eina atsókn móti russiskum jødum.
Valdsharrans lív er einsamalt. Lagsbrøður og eltibløðrur, teir gávulítlu vinmenninir, sum í tríatiárunum hjálptu til at týna ta gomlu garduna og myrða ein fittan part av tí russiska fólkinum, noyddust tí at vera um teirra meistara at kalla hvørja nátt, eftir at dagsins verk var gjørt. Molotov, Kaganovitj, Khrustjof, Mikojan, Berija, Bulganin.
Teirra atburður fær ein at hugsa um "óndskaparins banalitet", sum heimspekingurin Hanna Arendt hevur skrivað um. Teir høgu harrarnir hugdu at kovboyfilmum. Seinni fingu teir nátturða. Teir argaðu hvønn annan og høvdu eitt nú teiti av at leggja tomatir á stólin hvør hjá øðrum. Stalin legði plátur á, og so dansaðu teir hvør við øðrum "kvinnuleysan dans".
Eftir hjá Josef Stalin var bara ein dystur ? stríðið við tann evsta telvaran. Og her fara vit at sleppa tí søguliga stringensi, sum roynt hevur verið at halda fast um í hesi frásøgn. Í fyrsta parti av hesi greinarøð varð nevnt, at ymiskt løgið hendi beint eftir, at Stalin var deyður. Hansara lagsbrøður lótu hann liggja fleiri tímar óhjálptan, og o.u. 12 tímar gingu, til hann fekk læknahjálp.
Í blaðnum Politiken tann 9. mars í ár verður nevnt, at søgufrøðingarnar Jonathan Brent og Vladimir Naumov hava skrivað eina bók ? Stalin´s Last Crime ? um tað seinasta tíðarskeiðið í Stalins lívi. Sum eg longu havi nevnt, fyrireikaði Stalin hesa tíðina eina nýggja útreinsing, sum m.a. var vend ímóti russiskum jødum. Umframt tað bar hann ótta fyri, at USA fór at byrja eitt kjarnorkukríggj móti USSR, og hann legði ætlanir um at forða hesi atsókn við at lata sítt egna land byrja eitt stórkríggj.
Hansara trúgvu og lýdnu skutilsveinar høvdu nú fingið nóg mikið. Helst bóru teir ótta fyri sjálvir at láta lív, og kanska fingu teir nú tað sama dirvi, sum teirra valdsharri fekk, tá Lenin gjørdist sjúkur. Sambært Brent og Naumov lótu teir sín harra og meistara taka av døgum við rottueitri.